Fishery
28. Oct 2019
Væl meira av toski og hýsu avreidd higartil í ár

Avreiðingarnar tilsamans av botnfiski eru í nøgd væl frægari tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Av teimum týdningamestu botnfiskasløgunum er væl meira avreitt av tosk og hýsu  - ávikavist 64 og 71%. Nakað minni er avreitt av upsa, um 18%, og 8% minni av øðrum botnfiski.

Av øðrum fiskasløgum er ein fjórðingur minni av svartkalva avreiddur higartil í ár, meðan meira enn tvífalt av havtasku er komin uppá land, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 

x

Avreiðingarvirðið er tilsamans fimtingin betri enn í fjør. Tað er toskurin og hýsan saman við havtaskuni, sum draga avreiðingarvirðið upp. Virðið á botnfiskinum er tilsamans vaksið góð 28%, meðan nøgdin er vaksin 16%.

x

Á myndini omanfyri og talvuni niðanfyri er avreiddað nøgdin av botnfiski fyri tríggjar ársfjórðingar í ár samanborin við sama tíðarskeið undanfarin ár. Tað sæst, at botnfiskanøgdin tilsamans enn er lág, einamest tí at upsafiskiskapurin hilnast einki serligt fyri tíðina. Glottarnir eru, at  nøgdin av toski og hýsu higartil í ár er tann frægasta í fleiri ár.

x

Í hagtalsgrunninum her,  eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Viðmerking: Avreiðingar eru uppgjørdar í landaðari vekt, tvs. at tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór royndin hevur verið.