Accomodation
20. Sep 2019
4.500 fleiri gistingar hjá gistingarhúsunum fyrra hálvár

Tað vóru 73.220 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum fyrra hálvár 2019. Tað eru 4.467 ella 6,5% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

31% av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, 21% úr øðrum norðurlondum, 20% úr Føroyum, 19% úr øðrum londum í Europa, og tey síðstu 9% vóru hjá fólki úr londum uttan fyri Europa.

Viðmerkjast skal, at í hesi grein umrøða vit bert gistingar í gistingarhúsum, tí at skrásetingarnar í øðrum gistiháttum, so sum ból og biti, hús og íbúð og kamping, ikki eru nóg fullfíggjaðar og tí kunnu geva eina skeiklaða mynd av heildargongdini . Í hagtalsgrunninum eru tó allar skrásettu gistingarnar at finna, útgreinaðar á ymisku gistingarhættirnar.

Tað er eisini týdningarmikið at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

x

Javnur árligur vøkstur

Av myndini frammanfyri sæst, at tað er ein javnur árligur vøkstur bæði í gistinætum og í innskrivingum. Myndirnar niðanfyri vísa mánaðarliga mynstrið bæði í gistingum og í innskrivingum. Her er tað ein javnur brattur vøkstur frá ársbyrjan til tað kemur í hæddina í juli, og síðani minkar líðandi aftur móti ársenda.

x

x

Myndirnar vísa eisini, at fyri hvørt ár síðani 2013, tá farið varð undir hesar skrásetingarnar, liggur mánaðarliga talið av gistingum sum heild oman fyri talið sama mánað árið frammanundan.

Flestu gistingar hjá fólki úr Danmark

Flestu gistingarnar fyrra hálvár 2019, svarandi til 31%, vóru hjá fólki, sum eru búsitandi í Danmark. Síðani vóru tað gistingar hjá ferðafólki úr øðrum norðurlondum við 21% og áleið tað tað sama var talið av gistingum hjá føroyingum sjálvum við 20% og ferðafólki hjá fólki úr øðrum londum í Europa. So er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa, t.e. Asia, Amerika, Kyrrahavslond og Afrika við tilsamans 9%.

x

Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Danmark og Føroyum, ið eru langt ovast, koma tey úr nógvum ymiskum londum um okkara leiðir, serliga tgrannalondunum Íslandi og Noregi, men eisini úr Norðuramerika, Bretlandi og Týsklandi.

Størsti vøksturin í tali er hjá fólkið, búsitandi í Norðuramerika, svarandi til ein vøkstur á 64% og síðani úr Íslandi, svarandi til ein vøkstur á 34%.

x

Dagførd og útgreinað gistingarhagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.