Population
14. Jan 2020
Fólkatalið var 52.067 tann 1. desembur

Tann 1. desembur í fjør var fólkatalið 52.067 og vaks sostatt við 807 fólkum seinasta 12-mánaðarskeiðið frá 1. des. 2018 til 1. des. 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 271 og eini nettotilflyting á 536.

Tað var longu 1. august, at fólkatalið fóru upp um 52.000, men so var minkingin, tá nógv ungfólk fara av landinum í lestrarørindum. Nú 1. des. eru vit so aftur komin upp um 52-túsund, men enn mangla nøkur fá í, at vit komu upp um talið frá 1. august.  

Óvissur trendur um tilflyting og føðital

Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 48.300 í tali, er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú leggjast útvið 70 fólk afturat mánaðarliga.

Hesar síðstu mánaðirnar vísir trendurin í aðru og triðju myndum niðanfyri tó, at tilflytingin ikki er veksandi eins og frammanundan. Nakað tað sama sæst við føðitalinum, men broytingarnar eru so smáar, at ikki ber til at siga, um hesin trendurin heldur fram ella um tað broytist hinvegin aftur við næstu mánaðarligu uppgerð.

Nettoflytingin økir um fólkatalið við eini 45 fólkum mánaðarliga

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum.

Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 95-100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í stívliga 140 mánaðarliga.

Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú á leið 45 fólk mánaðarliga.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað.

Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga

Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini. Trendurin síðstu tvey árini gevur eina ábending um, at talið av føddum børnum nú liggur millum 55-60 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er útvið 680 árliga – nakað tað sama sum í 2018, og so høgt hevur tað ikki verið síðani 2005.

Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og telur um stívliga 30-35 mánaðarliga.

Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí útvið 25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum.


Ójavnur vøkstur um landið

Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum økjum uttan Sandoyar. Stórur munur er millum økini. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 335 fólkum og í Eysturoy við 283. Síðan koma, Norðoyggjar við 89 fólkum, Vágaøkið við 81, Streymoyarøkið annars við 20 fólkum og Suðuroy við 3 fólkum. Í Sandoyarøkinum er fólkatalið minkað við 4.

Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar og Vágaøkinum við 2,5% hvør. So er eitt lop niður til Tórshavnarøkið við 1,7% og Norðoyggjar við 1,5% hvør. So er aftur eitt størri glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,4% og Suðuroy við 0,1%. Minkingin í Sandoyarøkinum svarar 0,3%.

Verður hugt eftir einstøku kommunum er størsti vøkstur í tali í Tórshavnar og Runavíkur kommunum. Men lutfalsliga er stórur munur teirra millum, har Runavíkar kommuna veksur við 3,1% og Tórshavnar við 1,5%.

Sum heild er vøksturin stórur í Eysturoyar kommunum, umframt í Runavíkar, so í Fuglafjarðar kommunu við 3,4%, Eystur kommunu við 2,0%, Sjóvar kommunu við 2,3% og Eiðis kommunu við 4,4%. Hinvegin var vøksturin bara 0,5% í Nes kommunu.

Í Norðoyggjum svarar vøksturin í Klaksvíkar kommunu til miðaltalið fyri alt landið við 1,6%. Stórur vøkstur var í Kunoyar kommunu við 6,8% og minking í Viðareiðis kommunu við 3,6%.

Í Vágaøkinum var vøskturin eins stórur í Vága og Sørvágs kommunu við 2,5%.

Í Sandoyarøkinum var stór minking í Skopunar og í Skúvoyar kommunu við ávikavist 3,7% og 7%.

Í Suðuroy er ein lítil vøkstur í Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins og Vágs kommunu og minking í hinum trimun kommununum.

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút

Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini

Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.