Balance of payments
30. Jan 2020
Yvirskotið á rakstrarviðskiftinum við umheimin metstórt í 2016 og 2017

Nýggja uppgerðin av av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans vísir metstórt avlop árini 2016 og 2017. Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013.

M1

Rakstraravlopið fyri 2016 og 2017 er hækkað upp í góðar 3 mia. kr. í mun til umleið hálva aðru milliard krónur árini 2014 og 2015. Stóra avlopið stavar serstakliga frá nógva vøruútflutninginum í 2016 og 2017. Orsøkin er aldur laksur og pelagiskur fiskur, sum eru við til at vaksa um virðið av útflutninginum av vørum og harvið økja um ognina av fremmandum gjaldoyra. Eitt nú var útflutningsvirði av laksi umleið eina milliard krónur størri í 2017 enn í 2015.

Men størri inntøkur frá sølu av tænastum til umheimin, eitt nú innan ferðavinnu og flutning, hava gjørt, at hallið á tænastujavnanum er minkað. Ein fittur partur av vøkstrinum frá 2016 til 2017 stavar frá hækkandi rakstrarflytingum, so sum tryggingarendurgjøldum úr útlandinum.

T1

M2

Tænastuhandilin við umheimin er grundaður á spurnabløð, ið Hagstovan sendir út til ávísar fyritøkur. Av tí sama er ein ávís óvissa um hesi tølini.

Í uppgerðini av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fyri 2016 og 2017 liggur hallið á tænastujavnanum ávikavist 289 og 384 mió. kr. Sostatt er hallið á tænastujavnanum nakað lægri í 2016 og 2017 samanborið við árini frammanundan. Útflutningurin av tænastum er vaksandi meðan innflutningurin sær út til at standa í stað.

Um hugt verður eftir útgreiningini av tænastuhandlinum sæst, at útflutningurin av ferðavinnutænastum hevur havt ein áhaldandi vøkstur seinastu árini.

T2

 

Stutt lýsing av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans

Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fevnir um vøruhandil, tænastuhandil, inntøkuflytingar til og frá útlondum, ið eru lønarflytingar og ognarinntøkur frá beinleiðis íløgum og íløgur í virðisbrøv og lánsbrøv, umframt rentur á inn- og útlán og vøru- og tænastukredittir. Rakstrarflytingar eru fyrst og fremst einvegis flytingar uttan einum beinleiðis mótkravi frá móttakara.
Uppgerðin gevur innlit í, hvat slag av tænastum, inntøkuflytingum og rakstrarflytingum, sum eru millum Føroyar og umheimin. Sí eisini í seinri grein uppgerð av ogn og skuld, sum lýsir statuspostarnar til hesar íløgur, lán o.a., býtt á privata vinnu, fíggjarstovnar, tað almenna, húsarhald og felagsskapir.