Business accounts
06. Feb 2020
Rakstrarúrslitið fyri allar vinnur er hækkað við yvir 1 milliard krónum frá 2015 til 2017

Vinnuroknskaparhagtølini fyri fyritøkur eru dagførd og vísa, at samlaða úrslitið áðrenn kapitalpartar fyri allar vinnur vaks við yvir 76% eftir tveimum árum frá 2015 til 2017. Hóast úrslitini í 2012 og 2015 vóru lægri enn árini fyri, hava úrslitini síðani 2010 verið støðugt vaksandi og positiv øll árini.

Samlaða úrslitið í tilfeingisvinnunum vaks við 1 mia. kr. frá 2015 til 2016. Framleiðsluvinnurnar hava samlað sæð flestu árini síðani 2010 kunnað víst á úrslit oman fyri 200 mió. árliga, og í 2017 vísti samlaða úrslitið fyri framleiðsluvinnur 671 mió. kr. Tænastuvinnurnar hava eisini samanlagt víst positiv úrslit seinastu árini, og síðani 2010 hevur úrslitið flutt seg úr 194 mió. kr. til 859 mió. kr. í 2017.

m1

m2

Stórur partur av samlaða úrslitinum hjá vinnunum er lopið í tilfeingisvinnunum. Úrslitið í tilfeingisvinnunum fer frá 334 mió. í 2015 til stívliga 1,4 mia. í 2016, ið tó fánar við 223 mió. niður á 1,2 mia. í 2017. Meginparturin av samlaða úrslitinum í tilfeingisvinnunum stavar frá alivinnuni, ið frá 2010 til 2017 hevði eitt økt úrslit á slakar 600 mió. kr. frá stórum 400 mió. kr í 2010 til útvið 1 mia. kr. í 2017.

m3

Aðrir høvuðsbólkar, ið hava havt munandi økt úrslit í 2017 í mun til 2010 eru m.a. innan framleiðsluvinnur, har samlaða úrslitið fyri eitt nú byggivinnu er farið frá -61 mió. kr. í 2010 til 137 mió. kr. í 2017.

Innan tænastuvinnur hava fleiri høvuðsbólkar eisini havt munandi betri úrslit síðani 2010, heruppií bólkurin heil- og smásøla og umvæling av akførum, ið hevur økt úrslitið frá 131 mió. kr. í 2010 til 423 mió. kr. í 2017.

t1

Útgreinaði tøl eru at finn í hagtalsgrunninum

FV2008 - vinnugreinaflokking tikin í brúk í uppgerðini av roknskaparhagtølum

Áður hava roknskaparhagtølini verið gjørd upp eftir eldri vinnnugreinaflokking nevnd FV93. Til hesa uppgerð eru fyritøkur bólkaðar eftir vinnugreinafloking nevnd FV2008, ið er gjørd við støði í NACE rev. 2, ið er vinnugreinaflokkingartalva hjá ES. NACE rev. 2 byggir á vinnugreinaflokkingartalvuna ISIC rev. 4, ið er vinnuflokkingartalva hjá ST. Sostatt kunnu føroysku hagtølini samanberast við onnur lond.

Broytingin frá eldri vinnugreinaflokking til nýggjari merkir, at býti av fyritøkum á vinnugreinar er nakað broytt, umframt at nýggja vinnugreinabýtið eftir FV2008 er meira útgreinað í talvum í hagtalsgrunninum í mun til eldri FV93-vinnugreinaflokkingina.