Exports of goods
17. Feb 2020
Útflyta laks fyri meir enn 4 mia. kr.
Toskaútflutningurin er vaksin næstan 300 mió. kr. og er nú omanfyri eina mia. fyri fyrstu ferð síðan 2002.
Útflutningurin av makreli og sild vaks eisini nógv í fjør, ávikavist 43% og 54% samanborið við 2018
Tað er framvegis laksur, vit útflyta mest av, og har er vøksturin 700 mió. kr. Útflutningurin av laksi fór í fjør upp um 4 mia. kr., og tað er ikki hent fyrr.
Eisini í nøgd er talan um metútflutning
Bæði samlaða nøgdin og fyri fleiri av fiskasløgunum er talan um, at í 2019 útfluttu vit meir enn nakað ár frammanundan.
Samlað útfluttu vit 512 tús. tons av fiskavørum, og bert einaferð fyrr, í 2017, hava vit útflutt meir enn 500 tús. tons.
Laksaútflutningurin var 69 tús. ton, og tað eru góð tvey túsund tons meir enn í 2014, sum var tað árið, vit higartil høvdu útflutt mest av laksi.
Eisini útflutningurin av sild setti met í fjør. 122 tús. tons vórðu útflutt fyri 745 mió. kr.