Unemployment
30. Mar 2020
Arbeiðsloysið 1,1% í januar

Í januar var arbeiðsloysið 1,1%. Sama mánað í 2019 var tað 1,3%.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin.

Arbeiðsloysið var 1,1% í januar, samanborið við 1,3% í januar 2019. Tað svarar til 315 fulltíðararbeiðsleys.

[px-graph-1]

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.

Í januar var arbeiðsloysið 1,0% hjá monnum og 1,2% hjá kvinnum. Sama mánað í 2019 var tað 1,2% hjá monnum og 1,6% hjá kvinnum.

[px-graph-2]

Myndin niðanfyri vísur arbeiðsloysi eftir øki. 

[px-graph-3]

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í januar høvdu góð 60% av teim arbeiðsleysu verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir og 40% longri enn tríggjar mánaðir. 

[px-graph-4]

Hví eru arbeiðsloysistølini tveir mánaðir afturút?

Orsøkin til, at arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, er, at fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um arbeiðsloysi

Arbeiðsleys eru uttan nakað arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsleys eru persónar millum 16-66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum eftir treytunum omanfyri.

Tvey mát verða brúkt at gera arbeiðsloysið upp: fulltíðararbeiðsloysi og rakt av arbeiðsloysi:

Rakt av arbeiðsloysi: Tal á persónum, sum hava verið arbeiðsleysir 1 dag ella fleiri í mánaðinum.

Fulltíðararbeiðsloysi: Av tí at øll ikki eru arbeiðsleys allar dagar í einum mánaði, verða øll, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsloysisprosent: Fulltíðararbeiðsloysið í mun til støddina á arbeiðsfjøldini.

Stutt um trendin

Gongdin er lýst við trendinum, ið vísir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

PX Web Graph News