Induced abortions
09. Mar 2020
Fosturtøkurnar ein fjórðingur av tí sum var fyri tríati árum síðani

Í 2019 vórðu 21 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er sama lága støði, sum hevur verið seinastu 5 árini. Tá talið var størst seinni helvt av 1980-unum, var tað meir enn 80 fosturtøkur um árið og er sostatt nú um ein fjórðingur av tí, sum var fyri góðum tríati árum síðani.

Hóast tølini eru smá og tí kunnu sveiggja nógv frá einum ári til annað, er gongdin greið, har tølini hava verið alsamt minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum.

  • Í seinni helvt av 1980-unum var talið av fosturtøkum av tí mesta, um 80-85 árliga
  • Fyrru helvt av 1990-unum minkaði tað niður móti 60
  • Seinni helvt av 90-unum niður um 50
  • Eftir aldarskiftið í nullunum niður móti 40
  • Í fyrru helvt av 2010’unum niður móti 30.
  • Nú í seinni helvt av 2010’unum niður móti 20

Nú er talið av kvinnum í burðarførum aldri nógv broytt hesi árini, eins og føðitalið. Men eisini tá vit rokna í mun til føðitalið, er gongdin tann sama, eins og myndin niðanfyri vísir.

"

Serlig minking í teim yngru og teim eldru aldursbólkunum

Samanbera vit aldursbýtið í fosturtøkutíttleikanum – roknaður eftir talinum av kvinnum í hvørjum aldursbólki – so er mynstrið tað sama sum í 1990-unum og fyrstu 2000-unum, bara á einum nógv lægri stigi í øllum aldursbólkum:

Lægsti títtleikin er hjá teim yngstu kvinnunum. So veksur tað til tað mesta í aldursbólkinum 25-29 ár, og minkar síðani stútt niður í lítið og onki hjá teim elstu 40 ára gomlu og eldru.

"

Fosturtøkutíttleikin í Føroyum nógv lægstur í Europa.

Sambært upplýsingum frá WHO, heimsheilsustovninum hjá ST, kunnu vit eisini samanbera fosturtøkur í Føroyum við tað sama í 45 øðrum europeiskum londum, roknað sum tal av fosturtøkum pr. 1.000 livandi fødd. Her er lægsti títtleikin at finna í Føroyum, meðan hann er 8 ferðir hægri í ES sum heild, umleið 12 ferðir hægri í Íslandi og Danmark og 17 ferðir hægri í Russlandi.

"

Dagførdu hagtølini úr Føroyum eru at finna í hagtalsgrunninum her