The Faroese Court
07. Apr 2020
Føroya Rættur, Fútarætturin og Skiftirætturin síðstu 20 árini

Rættarmálini eru nógv og fjølbroytt, eini 2.000 sakarmál í Føroya Rætti í fjør, eini 2.400 mál í Fútarættinum og eini 550 í Skiftirættinum. Haraftrat eini 80 í Yvirfriðingarnevndini.

Í Føroya Rætti eru nógv tey flestu málini – um 1.350 í fjør – borgarlig mál. Síðan aldarskiftið øktust tey nógv í tali, frá eini 1.100 til tað mesta í 2008 við 2.000 málum. Siðani er tað minkað líðandi aftur niður um 1.400.

Revsimálini øktust eisini líðandi frá eini 300 um aldarskiftið til tað mesta í 2008 við stívliga 800 málum. Síðani er tað minkað nakað aftur til stívliga 600 í fjør.

Um borgarlig mál og revsimál ber til at lesa í upplýsingartilfari hjá Føroya Rætti.

"

Virksemið í Fútarættinum hevur verið skiftandi frá einum ári til annað, men tó hevur trendurin verið spakuliga fallandi. Einstøk ár stinga seg burturúr, serliga 2009. Frá at vera millum 3.000 og 3.500 í nullunum eru málini fækkaði nakað til eini 2.500 í fjør. Nógv tey flestu og ein veksandi partur av málunum í Fútarættinum, serliga tey síðsu árini, hava verið áheitanir um panting.

"

Ein partur av virkseminum í Fútarættinum eru uppboðssølur viðvíkjandi fastogn og viðvíkjandi skipum. Flestu uppboðssølurnar eru av fastogn, men tølini eru smá við eini 10 framdum uppboðssølum í miðal tey síðstu 5 árini, meðan framdu uppboðssølurnar av skipum eru millum eina og onga hesi síðstu 5 árini.

Her hava tó árini 2008 til 2015 verið heilt serstøk, har bæði talið av áheitanum um uppboðssølur og talið av framdum uppboðssølum vaks sera nógv frá 2008 til tað mesta 2010-2013 og síðani er minkað aftur til nakað tað sama sum undan fíggjarkreppuni.

"

Í Skiftirættinum hevur talið av málum verið spakuliga veksandi hesi 20 árini. Serliga stórur var vøksturin árini 2009-10. Bert fá mál í Skiftirættinum snúgva seg um trotabúgv, í fjør einans 25 av teimum 550 tilsamans.

"

Í Yvirfriðarnevndini hevur talið av málið verið javnt spakuliga veksandi hesi 20 árini, frá eini 50 upp í eini 80.

"


Dagførd og útgreinað hagtøl um rættarmál eru at finna í hagtalsgrunninum her.