Wage expenditures
16. Apr 2020
Knappar 880 milliónir í lønum í mars - 8% vøkstur í mun til í fjør

Enn síggjast avleiðingarnar av koronafarsóttini ikki í samlaðu lønargjaldingunum. Í privatu tænastuvinnunum, serliga innan gistihús og matstovuvirki og innan handil og umvæling, kann óvanlig niðurgongd tó staðfestast fyri marsmánað.
Uppgerðin fevnir um løn. Arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum telja soleiðis ikki við í uppgerðini. Les meira um uppgerðina í kunningarkassanum undir greinini

Samlaðu útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum, sum er lýst við trendinum, síggjast á myndini niðanfyri.

Í mars vórðu knappliga 880 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru góðar 60 milliónir meira ella ein vøkstur upp á 7,9% í mun til sama mánað í fjør. 

[px-graph-1]

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini.

Í mars fingu menninir útgoldið góðar 570 milliónir í løn og kvinnurnar 300 milliónir. Samanborið við sama mánað í fjør fingu menninir 10,1% meira í sín part og kvinnurnar 2,8%.

Marsmánaður í ár er nakað lakari hjá kvinnum í mun til ta gongd, sum hevur verið í lønargjaldingunum hjá kvinnunum annars. 

[px-graph-2]

Myndirnar niðanfyri vísa lønargjaldingarnar í teimum fýra vinnugreinabólkunum, almennar tænastuvinnur, privatar tænastuvinnur, fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur og bygging o.o. tilvirking.

Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. 

[px-graph-3]

Myndin niðanfyri tekur fram lønargjaldingarnar og gongdina í privatu tænastuvinnunum. 

Í privatu tænastuvinnunum er marsmánaður í ár heldur lakari í mun til gongdina í vinnugreinabólkinum annars.

Privatar tænastuvinnur fevna um handil og umvæling, gistihús og matstovuvirki, sjóflutning, flutning annars, post og fjarskifti, fígging og trygging, vinnuligar tænastur, húshaldstænastur og felagsskapir, mentan o.a.

[px-graph-4]

Av privatu tænastuvinnunum er tað serliga í vinnugreinini 'handil og umvæling' og innan 'gistihús og matstovuvirki', at niðurgongdin sæst best. 

Handil og umvæling

Gistihús og matstovuvirki

 

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki taldar við.

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News