The police
22. Apr 2020
Færri fongslað, men fleiri brot á rúsevnis-, arbeiðsverndar- og vápnalóg

Hesi síðstu tvey áratíggjuni eru færri fongslað og varðhaldsfongslað, men brotini á rúsevnislóg, arbeiðsverndarlóg og vápnalóg eru blivin fleiri.

Fýra tey fyrstu árini eftir aldarskifti vaks talið av fongslaðum og varðhaldsfongslaðum úr 100 upp í 150 árliga, men er síðani minkað støðugt og var 60 í 2019.

Hinvegin eru brotini á rúsevnislógina, ið vóru stívliga 50 fyri 20 árum síðani, vaksin munandi, serliga síðani 2012, so tey nú vóru 119 í 2019.

Brotini á arbeiðsverndarlógina vísa eina misjavna gongd, á 36 bæði í 2001 og 2002, fyri síðani at fækka nógv niður í umleið 10 fyri árini 2004-2012, fyri síðani aftur at hækkað nakað tey síðstu árini til umleið 15 árliga.

Brotini á vápnalógina vóru minkandi heildi fram til bert eitt í 2010, men eru síðani vaksin sera nógv heilt upp í 45 í 2019.

"

Dagførd og útgreinað hagtøl um hesi og onnur løgreglumál eru at finna í hagtalsgrunninum her.