Imports of goods
13. May 2020
Innflutt fyri 719 mió. kr. í mars

- Vøkstur á 9% samanborið við mars í fjør

Innflutningurin í mars mánaði er nú gjørdur upp og vísir ein vøkstur á 9% samanborið við mars í fjør. Tað er vøkstur í flestu vørubólkum, tó minking er í bólkinum maskinur og onnur útgerð og eisini í brennievni. Prísurin á brennievni er fallin seinastu tíðina og er tað tað sum sæst aftur.

Hetta er fyrsti mánaðurin, síðan Føroyar av álvara vóru raktar av koronufarsóttini og hóast innflutningurin veksur í mars samanborið við mars í fjør, skal man vera varin at gera niðurstøður, tá ið bert verður hugt at einum mánaði. Innflutningurin sveiggjar vanliga frá mánaði til mánað, og tað er ov tíðliga at meta um, hvussu korona fer at ávirka innflutningin.

m1

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2019 til mars 2020 var 8,5 mia. kr. Tað eru 700 mió. kr. fleiri enn undanfarna skeið.

Verða skip og flogfør ikki tikin við, var vøksturin 279 mió. kr ella 4%


m2