Exports of goods
09. Jun 2020
Triðing minni útflutt í apríl

Útflutningurin í apríl var ein triðing lægri enn í apríl í fjør.

Um vit bert hyggja at fiskavøruútflutninginum, er minkingin 30%. Tað eru serliga útflutt minni av laksi, makreli og sild. 

Útflutningurin sveiggjar sera nógv frá mánað til mánað, og tí skulu tølini takast við fyrivarni, tá mann samanber ein einkultan mánað. Tað er tó ongin ivi um, at øll tiltøkini sum eru sett í verk kring allan heimin at steðga covid -19 smittuspjaðingini, hava ávirkan á møguleikarnar hjá okkum at selja fiskavørur sum vit plaga.

utfl