Avreiðingar eftir nýggjum leisti – alt við

Uppgerðin fyri avreiðingar, verður skipað eftir nýggjum leisti. Nú verða allar avreiðingar tiknar við, uttan mun til fiskaslag og viðgerð umborð.

Hagstova Føroya hevur øll árini almannakunngjørt avreiðingar av fiski. Tað er avreiðingarskipanin, sum Vørn í dag umsitur, ið er keldan til hagtølini. Í hesi skipan verða allar avreiðingar skrásettar í landaðari vekt.

Hagtølini um avreiðingar, sum Hagstova Føroya higartil hevur almannakunngjørt, hava upplýst tað, sum á mannamunni verður nevnt feskfiskaveiðan. Hetta er frá tíðini, tá roynt varð at máta hvussu stór ísað fiskanøgd kundi fara til virkingar á landi. Uppsjóvarfiskur og fiskur, sum var veiddur av flakatrolarum, varð tí ikki tikin við eftir gamla uppgerðarháttinum.

Seinastu árini eru fleiri broytingar hendar í veiðiliðnum. Fleiri fiskifør eru farin at virka fisk umborð. Á summum skipum verður fiskurin frystur og á øðrum skipum verður flak skorið í minni mongdum. Avgerð er tí tikin um, at allar avreiðingar nú verða tiknar við, uttan mun til, hvussu fiskurin er viðgjørdur. Hesar broytingar í viðgerðini umborð skulu tí eisini havast í huga, tá mongd og virðir verða samanborin yvir tíð.

Í nýggju uppgerðini ber eisini til at velja veiðiøki. Veiðiøkini eru fiskimørkini og altjóða samstarvsøkir, sum eru NEAFC og NAFO. Seinni í ár verður eisini møguligt at velja skipabólk. Av tí at veiðiøki, reiðskap og skjótt eisini skipabólkar verða upplýst, er møguligt at fáa góða ábending um, hvat avreitt er – t.d. um talan er um ísaðan fisk, frystan fisk ella flak.

Hetta er fyrsta uppgerð eftir nýggja leistinum. Øll tøl eru dagførd aftur í tíð. Tað kunnu tí vera einstakir munir millum gomlu uppgerðina og nýggju uppgerðina. Arbeitt verður framvegis við at menna uppgerðina. Fyribils gongur nýggja uppgerðin aftur frá 2015, men í næstu uppgerðum verður hon víðkað við fleiri árum. Aðrar nýggjar talvur eru eisini ávegis, sum fara at gera tað lættari at fylgja gongdini innan avreiðingarnar.

Niðanfyri er dømi frá nýggju talvunum í hagtalsgrunninum. Fyrsta talvan vísur úrvald fiskasløg, uttan uppsjóvarfisk, veidd á Føroyskum øki. Samanburður er gjørdur fyri nøgd og virði fyri fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár sammett við í fjør.

Eitt nú sæst, at væl minni er avreitt av toski og hýsu fiskað á føroyskum øki í ár, meðan nakað væl meira er fiskað av upsa samanborið við í fjør.

Seinna talvan vísur avreiðingar av uppsjóvarfiski – fiskað á øllum leiðum, fyri fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár sammett við í fjør.

t1

t2

Nýggju talvurnar eru:

VV01514 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, reiðskap, veiðiøki og mánaðir (2015-2020)

VV01515 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, reiðskap og veiðiøki (2015M01-2020M05)

VV01516 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, reiðskap, stødd og mánaðir (2015-2020)

VV01517 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, reiðskap og stødd (2015M01-2020M05)

VV01518 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, stødd, veiðiøki og mánaðir (2015-2020)

VV01519 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, stødd og veiðiøki (2015M01-2020M05)

Gamla uppgerðin er framvegis til taks í hagtalsgrunninum.

Choose name

0
Rank

Compared to other names

0
Persons

Persons with this name

0
New-borns

Persons with this name born in

About

You can search for first names (1st or 1st and 2nd name) of persons living in the Faroe Islands on 1st January . The names are listed as they are registered in the national register. If a person only has one first name it will be counted as a distinct name. If a persons has two first names, e.g. Hans Petur, the name also will be counted as one name. According to Faroese law given names should be reported 6 months at the latest after the child is born. The statistics is therefore compiled after 1st July.