Imports of goods
17. Aug 2020
Nøgdin av spritti vaksin 1.400%
Koronufarstóttin ávirkar eisini, hvat vit innflyta. Nøgdin av nýtsluspritti vaks 1.400% frá mars til juni í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør og innflutningsvirðið vaks 1.700%. Nøgdin av máling vaks 20% hetta sama tíðarskeiðið.
Fyrra hálvár vaks innflutningurin annars 6% samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tald við, so er talan um vøkstur uppá 1%.
Munandi meira varð innflutt av rávøru til fiskavirking fyrra hálvár í ár í mun til í fjør - góðar 230 mió. kr. í ár móti 100 mió. kr. í fjør.
Innflutningurin av tilfari til aðra framleiðslu er eisini vaksin í ár. Vøksturin er 127 mió. kr. ella 15%.
Oljuinnflutningurin er hinvegin minkaður bæði í nøgd og virði. Nøgdin er minkað 20% og virðið er minkað góð 40%
Tað, sum verður roknað sum beinleiðis nýtsla hjá húsarhaldunum, vaks 6%. Her er meira innflutt í flestu vørubólkum, tó er innflutningurin av klædnavørum og fótbúnaði minkaður 9%. Størsti vøksturin er í innflutningi av drúgvum nýtsluvørum. Har er innflutt fyri 23% meira í ár. Tað er serliga møblar, sum vit hava keypt meiri av.