Accomodation
01. Sep 2020
Gistingarhúsini á veg uppaftur í juli eftir stóra fallið í vár

Sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár var talið av gistingum á gistingarhúsunum 45.577, samanborið við 99.942 sama tíðarskeið í fjør. Minkingin er 54%. Minkingin var ógvislig frá mars til juni, meðan ikki er so stórur munur á juli nú og í árunum frammanundan.

Nógv størsta minkingin í gistingunum í ár hevur verið uttan fyri Tórshavnarøki, har gistingarnar hesar sjey mánaðirnar eru minkaðar niður í ein fjórðing, meðan tær eru minkaðar við knappliga helvtini í Tórshavnarøkinum.

Verður hugt at, hvaðani tey vitjandi á gistingarhúsunum koma, vóru tey úr Danmark, svarandi til 43% av øllum gistingunum.

Undir myndunum og talvunum er lýst, hvat er ein gisting og hvat er ein innskriving. Viðmerkjast skal eisini, at her umrøða vit bert gistingar í gistingarhúsum, tí at skrásetingarnar í øðrum gistiháttum, so sum ból og biti, hús, íbúð og kamping, ikki eru nóg fullfíggjaðar og tí kunnu skeikla myndina av heildargongdini. Í hagtalsgrunninum eru tó allar skrásettu gistingarnar, útgreinaðar á ymisku gistingarhættirnar.

Tað er eisini týdningarmikið at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘airbnb’, tí Hagstova Føroya hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

m1

Í mars bóltaðu gistingarnar niðureftir, men í juli fór aftur at líkjast

Myndirnar niðanfyri vísa mánaðarliga gongdina bæði í gistingum og í innskrivingum. Her er sera sjónligt, hvussu stórt fallið er serliga í apríl, mai og juni. Men í juli er talið av gistingum eins og av innskrivingum komið væl uppaftur og er á sama støði sum sama mánað fyri 4-5 árum síðani.

m2

m3

Nógv flestu gistingar hjá fólki úr Danmark

Fólk sum eru búsitandi í Danmark eiga nógv størsta partin av gistingunum hesar sjey mánaðirnar í ár, heili 43%. Í fjør var teirra partur 30%. Á øðrum plássi eru føroyingar sjálvir við 32%, meðan teirra partur í fjør var 18%. Hinvegin er teirra partur, ið koma úr øllum øðrum londum nú bert 25%, meðan hann var 46% sama tíðarskeið í fjør.

m4

Hetta sæst eisini týðiliga í talvuni niðanfyri, har gistingarnar eru býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Meðan gistingarnar sum heild eru minkaðar við 54%, er minkingin væl minni hjá fólki úr Føroyum og Danmark, ávikavist 21% og 38%. Fyri Noreg, sum var á triðja plássi í fjør, er talið minkað 75%, og fyri Norðuramerika, ið var á fjórða plássi, er talið minkað 81%.

t1

Í juli í ár gistu fleiri enn í fjør á gistingarhúsunum í høvuðsstaðnum

Samanbera vit gongdina í høvuðsstaðarøkinum við Føroyar annars hesar sjey mánaðirnar tilsamans, er afturgongdin munandi størri hjá gistingarhúsunum uttan fyri høvuðsstaðin. Har minkaði gistingartalið niður í ein fjórðing meðan tað í høvuðsstaðnum minkaði niður í eina góða helvt.

Hesin munurin gerst nógv størri og merkisverdur, um vit bara samanbera juli í ár og í fjør. Tí nú sæst, at gistingarnar í høvuðsstaðnum vóru fleiri í juli í ár enn í fjør. Hinvegin vóru gistingarnar uttan fyri høvuðsstaðin meir enn helvtina minni í ár enn í fjør. Her til skal nevnast, at í juli lat nýtt og stórt gistingarhús upp í Havn.

m5