Exports of goods
15. Sep 2020
Útflutningurin er minkaður 10 % higartil í ár
Útflutningurin av fiskavørum minkaði næstan hálva mia. kr. fyrstu 7 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. Hetta er ein minking á 10%
Størsta minkingin er í útflutningi av toski og laksi. Har er útflutt fyri 180 mió. kr, sum er 143 mió. kr. minni enn í fjør. Tað er 25% minni av toski og 7% minni av laksi.
Útflutta nøgdin er eisini minkað hesar 7 mánaðirnar. Samlað eru 14% færri tons útflutt. Nøgdin av toski er minkað 29% og av laksi 8%.