Income distibution
09. Oct 2020
Borgarar í høvuðsstaðarkommununi havt hægstu inntøkuna seinastu 10 árini

Inntøkan hjá borgarunum i Tórshavnar kommunu hevur nærum hvørt ár síðani 2009 verið hægst, men kunoyingar bjóða av.

Nú kommunuvalið nærkast setur Hagstova Føroya sjóneykuna á kommunurnar. Hesa ferð á tøku inntøkuna hjá borgarum í kommununum – tann inntøkan, sum borgarin hevur eftir skattir og gjøld.

Vit samanbera tøku inntøkuna hjá borgarunum í kommununum við at brúka miðinntøkuna. Miðinntøka merkir, at inntøkurnar hjá borgarunum í kommununi verða skipaðar frá teimum lægstu til tær hægstu og síðan verður mittasta inntøkan brúkt.

Miðinntøkan verður mett at vera betri mát enn miðalinntøkan, tá inntøkustøðan hjá vanliga borgaranum í kommununi skal samanberast. Miðalinntøkan kann ávirkast nógv av inntøkuni hjá fáum einstaklingum, serliga í smáum kommunum. Miðalinntøkan gevur tí ikki altíð eina rættvísandi mynd fyri vanliga borgaran í kommununi.

Fyri lesbari verður tøka miðinntøkan í greinini nevnd inntøkan.

Talvan niðanfyri vísir inntøkuna í kommununum frá 2009 til 2018 við tríára millumbilum.

Í 2018 var tann hægsta inntøkan hjá borgarum í Tórshavnar kommunu, sum var 199.000 kr. Á øðrum plássi er Kunoyar kommuna við 193 tús. kr. Merkisvert er, at Kunoyar Kommuna í 2009 lá á 17. plássi, men síðani 2012 hevur inntøkan hjá kunoyingum verið millum tær hægstu í landinum.

Í teimum fýra stóru kommununum Fuglafjarðar, Klaksvíkar, Tvøroyrar og Runavíkar kommunu var inntøkan júst tann sama - 174.000 kr.

t1

Lægsta inntøkan í 2018 á 135 tús. kr. var í Húsavíkar kommunu. Næstniðast og triðniðast vóru Hovs og Sumbiar kommuna.

Myndin niðanfyri vísir inntøkuna í kommunum í 2009 og 2018, har tær eru í raðfylgju eftir inntøkustødd í 2018.

m1