Finance of municipalities
06. Nov 2020
Kommunal fíggjarviðurskifti fyri hvønn íbúgva í 2019

Í uppgerðini hjá Hagstovu Føroya yvir fíggjarstøðuna hjá kommununum, ið er dagførd til og við 2019, sæst, hvat hvør kommuna hevur av útreiðslum til rakstur og til íløgur. Eisini hvat kommunurnar hava av skattainntøkum, ogn og skuld. Tølini eru eisini fyri hvønn íbúgva í kommununi, so tølini kunnu samanberast frá einari kommunu til aðra.

Útreiðslur og inntøkur hjá kommununum

Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju, eftir hvussu stórar útreiðslur tær høvdu fyri hvønn íbúgva í 2019.

Myndin vísir, at tað sum heild eru tær størstu kommunurnar, ið bera tær størstu útreiðslurnar, roknað pr. íbúgva. Og hinvegin, at tær smáu kommunurnar sum heild bera minstu útreiðslurnar pr. íbúgva.

m1

Verður hugt eftir inntøkunum er heildarmyndin tann, at størsti munurin millum inntøkur og útreiðslur pr. íbúgva er í smáu kommunum. Mest víðgongdu dømini í hesum sambandi eru Hvannasunds, Kunoyar og Viðareiðis kommunur.

Øvugt eru útreiðslurnar pr. íbúgva størri enn inntøkurnar í flestu stóru og einstøkum smærri kommunum, so sum Fuglafjarðar, Tvøroyrar og Sjóvar kommunum.

Taka vit tríggjar tær størstu kommunurnar, so eru útreiðslurnar væl størri enn inntøkurnar í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunum, men í Runavíkar kommunu eru inntøkurnar tó størri enn útreiðslurnar.

Fuglafjarðar kommuna skilir seg burturúr millum tær stóru kommunurnar, bæði við nógv størstu útreiðslum men eisini við størstu inntøkunum fyri hvønn íbúgva.

Nettoskuldin hjá kommununum

Verður hugt eftir nettoskuldini pr. íbúgva í kommununum, er myndin tann, at her hava vit nakrar av stóru kommununum við størstu nettoskuldini, so sum Vágs, Runavíkar, Tvøroyrar og Klaksvíkar kommunur.

m2

10 av kommununum hava ikki nettoskuld men netto ogn - tað eru aftur tær minst kommunurnar. Størsta kommuna í landinum, Tórshavnar kommuna, hevur eisini eina lítla netto ogn.

Fugloyar kommuna er ikki við, tí tølini fyri 2018 og 2019 ikki eru endaliga uppgjørd.