Retail trade index
05. Oct 2020
Smásølan vaksin undir koronu

Umsetningurin í virði og umsetningurin umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri annan ársfjórðing. Tølini eru býtt í vørubólkarnar matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð. Samanborið við sama ársfjórðing í fjør, var umsetningurin fyri matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur og húsbúnað og húsarhaldsútgerð heili 14 prosent hægri, meðan umsetningurin fyri klædnavørur og fótbúnað var 7 prosent hægri.

Serligu umstøðurnar, ið samfelagið hevur virkað undir síðan korona-smittan rakti um miðjan mars, hava ivaleyst ávirkað húsarhald og vinnulív á ymsan hátt, og ein viðkomandi spurningur í hesum tíðum er, í hvønn mun óvanligu umstøðurnar hava ávirkað søluna av vanligu gerandisvørunum.

Tiltøk vórðu sett í verk um hálvan mars, t.v.s. meginpartin av fyrsta ársfjórðingi virkaði samfelagið undir vanligum umstøðum uttan tiltøk, men hóast hetta, so var umsetningurin av klædnavørum og fótbúnaði í 1. ársfjórðingi 8,5 prosent minni í mun til 1. ársfjórðing í fjør. Nýggjastu tølini fyri 2. ársfjórðing vísa nú ein vøkstur á 6,9 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør. Umsetningurin er samansettur av prísi og seldum mongdum av vøruni, og verður hædd tikin fyri prísbroyting, fæst mát fyri broyting í mongd. Prísir á klædnavørum og fótbúnaði eru í miðal øktir 3,3 prosent frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár, og verður hædd tikin fyri hesum, er mongdin av seldum klædnavørum og fótbúnaði vaksin 3,4 prosent. Til uppgerðina fyri 1. ársfjórðing frá juni var trendurin í vísitalinum fallandi. Nú nýggj umsetningstøl fyri 2. ársfjórðing eru tøk, er trendurin vaksandi.

"

Fyri vørubólkin mat og alkoholfríar drykkjuvørur hevur vøksturin í umsetningi verið óvanliga stórur fyrru hálvu av 2020 samanborið við fyrru hálvu av 2019. Umsetningurin 1. ársfjórðing og 2. ársfjórðing í ár var ávikavist 12,1 og 14,2 prosent størri í mun til somu ársfjórðingar í fjør. Í 2007 og stutt undan fíggjarkreppan rakti, sást slíkur vøkstur sum hesin. Vøksturin hesaferð kemst helst av, at húsarhald í størri mun enn áður hava matgjørt við hús vegna afturlating av almennum stovnum, skúlum og matstovum. Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru í miðal øktir 1,7 prosent frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár, og verður hædd tikin fyri hesum, er mongdin av hesum vørum vaksin 12,5 prosent. Seinastu tølini vísa eisini vaksandi trend.

"

Fyri vørubólkin húsbúnað og húsarhaldsútgerð var umsetningurin 1. og 2. ársfjórðing í ár ávikavist 6,7 og 14 prosent størri í mun til somu ársfjórðingar í fjør. Prísurin fyri henda vørubólkin hevur seinastu 10 árini í miðal verið lækkandi, og frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár eru prísirnir tó í miðal hækkaðir nakað, og verður hædd tikin fyri hesum, er mongdin av hesum vørum vaksin 13,3 prosent. Seinastu tølini vísa eisini vaksandi trend.

"