Consumer price index
15. Oct 2020
Prísurin á brenniolju veksur og bíligari er at gista

Brúkaraprísirnir fyri triðja ársfjórðing vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til annan ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør. Í mun til annan ársfjórðing er brúkaraprístalið økt 0,3 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 0,2 prosent.

 Brúkaraprístalið er sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

Av hesum 12 vøru og tænastubólkunum, eru prísir innan býli, samskifti, hotel og matveitarar og heilsu minkaðir hetta seinasta árið, meðan millum annað prísir á klæðum og fótbúnaði eru øktir.

"

​Í uppgerðini fyri annan ársfjórðing sást týðiliga ávirkanin, ið stóra minkingin í altjóða oljuprísinum hevði á prísin á brenniolju til húsarhald. Brenniolja er lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hevur tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Lutfalsliga stóra prísfallið førdi við sær, at árliga broytingin í samlaða brúkaraprístalinum var í minus í Føroyum eins og aðrastaðni. Nú triði ársfjórðingur er gjørdur upp sæst, at prísurin á brenniolju til húsarhald aftur er øktur, men er framvegis væl lægri í mun til fyri einum ári síðan.

"

Hesin prísvøksturin á brenniolju til húsarhald er samstundis høvuðsorsøkin til, at árliga broytingin í samlaða brúkaraprístalinum er vend til vøkstur.

"

Korona-farsóttin hevur havt stóra neiliga ávirkan á ferðavinnuna í heiminum og uppgerðin fyri triðja ársfjórðing vísir millum annað, at prísir á gisting eru lækkaðar munandi. Í Føroyum er prísurin á gisting í miðal minkaður við 35 prosentum eftir einum ári, meðan minkingin er 14 og 22 prosent ávikavist í Íslandi og Danmark. Av tí at gisting á gistingarhúsum er lutfalsliga lítil partur av húsarhaldsnýtsluni, so hevur henda prísminkingin tó minni týdning í samlaða brúkaraprístalinum enn til dømis brennioljan hevur.

"

Myndin niðanfyri vísir, hvussu stóra ávirkan prísbroytingar innan ymsu vøru- og tænastubólkarnar hava á samlaða brúkaraprístalið, tá hædd verður tikin fyri, hvussu nógv vit keypa av ymsu vørunum og tænastunum. Uppgerðin fyri annan ársfjórðing vísti árliga minking í samlaða brúkaraprístalinum á 0,1 prosent og til uppgerðina fyri triðja ársfjórðing er árliga broytingin í samlaða prístalinum vaksið 0,2 prosent. Til hesa uppgerðina er tað eins og seinast serliga tann lági oljuprísurin, ið dregur árligu broytingina í brúkaraprístalinum niður, meðan príshækkingar eru á øðrum gerandisvørum, til dømis á mati og klædnavørum.

"