Exports of goods
16. Oct 2020
Útflutningurin minkaður 7 % higartil í ár

Minni er útflutt av laksi og toski og meira av uppsjóvarfiski

Útflutningurin minkaði næstan 400 mió. kr. fyrstu 8 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. Hetta er ein minking á 7%.

Laksur og toskur fylla mest í útflutninginum og tað er eisini har størsta minkingin er. Tað er útflutt fyri 200 mió. kr. minni av laksi, ein minking á 9% og fyri 150 mió. kr. minni av toski. Har er minkingin 19%.

Í nøgd er eisini minking í útflutninginum av toski og laksi, men samlaði útflutningurin er vaksin í nøgd.

Tað er meiri útflutt av uppsjóvarsløgunum, makreli, sild og svartkjafti. Her er vøksturin 6-7% tilsamans. Í virði er eisini meira útflutt av makreli og sild, meðan virðið av svartkjaftinum er minni enn í fjør.

Vegna seinkingar í skrásetingunum av útflutningi, serliga í samband við at føroysk skip landa uttanlands, so eru rættingar gjørdar aftur til mars-mánað, so útflutningurin er nakað hægri nú samanborið við tølini, sum áður eru kunngjørd. Helst koma nakrar skrásetingar aftrat, áðrenn tølini verða endaliga uppgjørd.

t1

t2