Imports of goods
17. Nov 2020
Innflutt fyri 200 mió. kr. minni í brennievni

Innflutningurin minkaði eitt sindur fyrstu 9 mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. Minkingin var 68 mió, ella 1%

Innflutningurin av brennievni er minkaður 200 mió. kr. Hetta kemst av minking í oljuprísinum, tí nøgdin er vaksin eitt sindur. Vit hava eisini brúkt 93 mió. kr. minni upp á skip higartil í ár.

Tað er meira innflutt av rávøru til fiskavirking og eisini av vørum, sum fara til beinleiðis húsarhaldsnýtslu.

innflv