Missión, visjón og virði

Missión

Vit endurspegla Føroyar í tølum

Vit hava sum fremstu uppgávu at lýsa fólkið, búskapin og umhvørvið í tølum. Vit eru miðilin, ið best endurspeglar veruleikan. Vit veita ikki eina reina avmyndan ella spegling av veruleikanum, men við teimum kørmum og krøvum, ið vit hava og skulu arbeiða eftir, framleiða vit eina so neyva mynd av veruleikanum sum møguligt – tí endurspegla vit Føroyar í tølum.

Visjón

Vit eru ein hagstova í heimsflokki, sum lætt og skjótt troytir møguleikar fyri framburði

Vit arbeiða fyri at gerast sterkasta eindin og nýta fyrimunin av at vera millum minstu hagstovur í heiminum við lætt- og skjótleika, framfýsni og góðum samstørvum at troyta møguleikarnar fyri framburði.
 

Sum fremsti vitanardepil, ið øll leita til, ganga vit á odda at skapa vitan um samfelagið og menning av starvsfólki

Einhvør kennir okkum og aftrar seg ikki við at vitja, um tørvur er á fakta um samfelagið. Vit eru sostatt sjónlig og tøk sum týðandi grundarlag undir kjakið og vitanarmenning í samfelagnum. Skulu vit áhaldandi megna at røkja so týðandi uppgávu, eru vit sum starvsfólk væl ílatin til endamálið.
 

Vit lýsa Føroyar við øllum munagóðum búskaparligum, sosialum, umhvørvis- og tvørgangandi hagtølum

Vit hava sum eitt av høvuðsmálunum at víðka um hagtalsframleiðsluna til øll hagtalsøkini við áhaldandi kravi um, at hagtølini gera góðan mun fyri brúkaran og samfelagið sum heild.
 

Virði

Trúvirði

Grundarlagið undir okkara virksemi er gjøgnumskygni, óheftni, trúnaður og álítandi samskifti.
 

Dygd

Hagtølini hava høga fakliga góðsku og arbeiðið byggir áhaldandi á vitanarskifti og førleikamenning.
 

Smidleiki

Vit troyta fyrimunirnar við at vera smidlig og framsøkin í einum lítlum samfelag.