Population
27. Apr 2021
Ársuppgerðirnar um íbúgvaviðurskifti eru dagførdar
Tað snýr seg m.a. um:
• Fólkið í Føroyum skift á aldur og kyn, føðiland og ríkisborgaraskap
• Fólkið í Føroyum skift á aldur og kyn, bygd, kommunu, øki, sýslu og oyggj
• Lívsævi ella væntaðan miðal livialdur
• Deyðatíttleika, t.v.s. talið av deyðum í hvørjum einstøkum aldursbólki í mun til fólkatalið í aldursbólkinum
• Føðitíttleika, t.v.s. talið av føddum, skift eftir aldurin hjá mammuni og roknað í mun til, hvussu nógvar kvinnur eru í aldurbólkinum
• Fólkaflyting, innanlands millum bygdir og øki í Føroyum og millum Føroyar og útlond. Uttanlandsflytingin er skift á aldur og kyn, tilflytiland og fráflytiland, hjúnastøðu, føðiland og ríkisborgaraskap
• Hjúnastøðu, t.v.s. fólkið skift á aldur og kyn, ógift, gift og sundurlisin, fráskild, einkjur og einkjumenn
Umframt talvurnar í Hagtalsgrunninum eru øll hesi evni um íbúgvaviðurskifti umrødd og lýst á temasíðum her á heimasíðuni.