31. May 2021
Búskaparfrøðingur til Hagstovuna
Vit leggja okkum áhaldandi eftir at víðka um verandi hagtalsframleiðslur og menna nýggjar. Vit leita tí eftir nærløgdum starvsfelaga at framleiða og menna hagtøl innan búskaparhagtalsøkið.
Búskaparhagtalsøkið fevnir millum annað um tjóðarroknskap, vinnubúskaparhagtøl og hagtøl um prísir.
Um teg
Tú hevur hægri útbúgving innan búskaparfrøði ella samfelagsfrøði, har tú kanst vísa á, at tú í útbúgvingini hevur lagt dent á hagfrøði.
Tað er ein fyrimunur, hevur tú royndir við hagtalsframleiðslu og kennir til at viðgera hagtøl. Hevur tú royndir við amboðum, so sum Power BI og kunnleika til R, SQL og dátugrunnar, er hetta eisini ein fyrimunur.
Hagtølini á Hagstovuni byggja á altjóða ásetingar, so tølini eru sambærlig við onnur lond. Starvið krevur, at tú ert før/ur fyri at seta teg inn í neyðugar allýsingar, hugtøk, flokkingar og hagfrøðilig háttaløg.
Hagtøl um búskaparlig viðurskifti fevna vítt og týdningurin av búskaparhagtølum er stórur hjá breiðum skara av brúkarum. Tað er neyðugt, at tú dugir væl at samskifta, bæði skrivliga og munnliga. Ein partur av arbeiðinum er eisini at samskifta og gera samrøður við fjølmiðlar. Tú ert tí sinnað/ur at menna tínar samskiftis- og miðlaførleikar.
Tað hevur týdning, at tú ert pragmatiskur liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá ið tú ikki veitst, dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi at førleikamenna teg.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Kára Holm Johannesen, deildarleiðara á Hagdeildini, á 352809 ella á khj@hagstova.fo.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 13. juni 2021 á midnátt.
Stutt um Hagstovuna
Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan at taka avgerðir, granska og kjakast, og eru týðandi lutur í einum framkomnum fólkaræði.
Persónlig og faklig menning eru fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá leiðarum og starvsfólkunum. Vit stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit.
Á Hagstovuni eru í løtuni 19 fólk í starvi.