08. Feb 2022
KT-mennari til Hagstovuna

Á Hagstovuni byggja vit skipanir, so hagtølini um føroyska samfelagið kunnu framleiðast so smidliga sum til ber. Saman við tær verða vit seks fólk í KT-toyminum.

C#, Python, R og SQL Server er kjarnan í okkara KT-skipanum. Harumframt brúka vit React.js til at menna okkara brúkaraflatur við. Felags fyri okkara KT-skipanir er innheintan av dátum, dátuviðgerð, samanseting í talvur og útrokningar til hagtalsútgávu.

Tín leiklutur verður millum annað at forrita transformatión av rádátum til struktureraðar hagfrøðiligar dátur. Harumframt verður ein av uppgávunum at forrita góðskumetingarskipanir av dátum.

Vit brúka altjóða leist at menna okkara hagstalsskipanir eftir, har starvsfólkini á Hagdeildini hava hagfrøðiligu ábyrgdina og eru oftast product owners. Samstundis brúka vit ein agilan arbeiðsleist í mun til uppgávustýring.

Um teg 

Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving innan KT, t.d. verkfrøði, cand.merc.it ella datalogi. Nýútbúgvin eru eisini vælkomin at søkja.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við at forrita í C#, Python, R, SQL ella líknandi forritanarmálum. Tað er somuleiðis ynskiligt, at tú kennir til git versiónstýring.

Tað hevur týdning, at tú ert ein pragmatiskur liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá tú ikki veitst, dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi førleikamenning.

Vit bjóða 

Vit leggja dent á góðar arbeiðsumstøður, soleiðis at tú fært hugsavnað teg um at menna – uttan óneyðugt órógv. Nýumvældu og opnu hølini hjá Hagstovuni við tvímans-skrivstovum eru sniðgivin til endamálið. Vit hava felags matstovu saman við hinum fakstovnunum í bygninginum.

Vit bjóða eitt starv, har tú fært møguleika at menna KT-skipanir, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum. Tú fært góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. Tú verður partur av einum royndum og dugnaligum toymi á KT-deildini, sum hevur ábyrgdina at menna KT-skipanir til hagtalsframleiðslur. Starvið gevur harumframt eitt altjóða útsýni við tætta samstarvinum, sum vit hava við hagstovurnar í londum kring okkum.

Lønin er sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Hevur tú spurningar um starvið, løn ella onnur viðurskifti, kanst tú venda tær til Egil Hofgaard, leiðara á KT-deildini, á 352807 ella egil@hagstova.fo.

Umsóknin skal vera Hagstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. februar 2021. Umsóknin skal sendast til starv@hagstova.fo. Fleiri umsøkjarar kunnu setast.

Stutt um Hagstovuna

Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan at taka avgerðir, granska og kjakast, og er ein týðandi grundarsteinur í einum framkomnum fólkaræði.

Persónlig og faklig menning eru fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá starvsfólkunum og leiðarunum. Vit stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit.

Á Hagstovuni starvast 17 fólk, fimm teirra starvast á KT-deildini.