Fish catches
30. Jan 2026
Høgt avreiðingarvirði í 2025

Samlaða avreiðingarnøgdin í 2025 var 603 túsund tons og avreiðingarvirðið góðar 4,6 milliardir

Avreiðingar er landað nøgd hjá føroyskum skipum og bátum av fiski, sum meir ella minni er virkað umborð – eitt nú frá køldum kruvdum fiski til fryst flak. 

Í hagtalsgrunninum eru nú fleiri upplýsingar um avreiðingarnar, bæði í nøgd og virði og skift á fiskaslag, veiðiøki, virking, viðgerð, reiðskap, og skipastødd. Avreiðingar verða gjørdar upp mánaðarliga. Kelda til avreiðingarnar er veiða sambært avreiðingarseðlum latnir Vørn. 

Í 2025 vóru avreidd góð 600 túsund tons, eitt vet minni enn í 2024 tá tonsini vóru góð 640 túsund tons. 

[px-graph-1]

Hóast tonsini vóru færri í 2025 enn í 2024, so vaks avreiðingarvirðið úr smáum 4 milliardum í 2024 upp í góðar 4,6 milliardir í 2025.  

[px-graph-2]

Myndirnar niðanfyri vísa avreiðingar í nøgd og virði á hýsu, toski og upsa, sum er fiskað í føroyskum øki. Virðið á toskinum vaks nógv í 2025. Tvífalt so høgt avreiðingarvirði á toski í 2025 ímun til 2024 – úr smáum 210 milliónum upp í góðar 420 milliónir. Nøgdin á toski vaks 65%. Í 2019, tá nøgdin á toski var góð 20 túsund tons, var avreiðingarvirðið góðar 370 milliónir, meðan nøgdin á toski í 2025 var um 11 túsund tons og avreiðingarvirðið 420 milliónir.

[px-graph-3]

[px-graph-4]

Uppsjóvarfiskur makrelur, sild, og svartkjaftur telja 85% av samlaðu avreiðingarnøgdini í 2025 og svartkjaftur einsamallur 67%.

[px-graph-5]

Í avreiðingarvirði telur uppsjóvarfiskur eina góða helvt av samlaða avreiðingarvirðinum í 2025.

[px-graph-6]

PX Web Graph News