Avreiðingar
30. jan 2026
Høgt avreiðingarvirði í 2025

Avreiðingar er landað nøgd hjá føroyskum skipum og bátum av fiski, sum meir ella minni er virkað umborð – eitt nú frá køldum kruvdum fiski til fryst flak.
Í hagtalsgrunninum eru nú fleiri upplýsingar um avreiðingarnar, bæði í nøgd og virði og skift á fiskaslag, veiðiøki, virking, viðgerð, reiðskap, og skipastødd. Avreiðingar verða gjørdar upp mánaðarliga. Kelda til avreiðingarnar er veiða sambært avreiðingarseðlum latnir Vørn.
Í 2025 vóru avreidd góð 600 túsund tons, eitt vet minni enn í 2024 tá tonsini vóru góð 640 túsund tons.
[px-graph-1]
Hóast tonsini vóru færri í 2025 enn í 2024, so vaks avreiðingarvirðið úr smáum 4 milliardum í 2024 upp í góðar 4,6 milliardir í 2025.
[px-graph-2]
Myndirnar niðanfyri vísa avreiðingar í nøgd og virði á hýsu, toski og upsa, sum er fiskað í føroyskum øki. Virðið á toskinum vaks nógv í 2025. Tvífalt so høgt avreiðingarvirði á toski í 2025 ímun til 2024 – úr smáum 210 milliónum upp í góðar 420 milliónir. Nøgdin á toski vaks 65%. Í 2019, tá nøgdin á toski var góð 20 túsund tons, var avreiðingarvirðið góðar 370 milliónir, meðan nøgdin á toski í 2025 var um 11 túsund tons og avreiðingarvirðið 420 milliónir.
[px-graph-3]
[px-graph-4]
Uppsjóvarfiskur – makrelur, sild, og svartkjaftur – telja 85% av samlaðu avreiðingarnøgdini í 2025 og svartkjaftur einsamallur 67%.
[px-graph-5]
Í avreiðingarvirði telur uppsjóvarfiskur eina góða helvt av samlaða avreiðingarvirðinum í 2025.
[px-graph-6]