Byggivinna

Ávísin (indikator) fyri byggivinnuna sigur, hvussu byggivinnan metir, at tíðirnar eru. Hesin ávísin er ein av fimm ávísum, sum tilsamans mynda konjunkturbarometrið og treystitalið. 

Konjunkturbarometrið í síni heild eru ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnar og spurnakanning fyri brúkarar.

Barometrið er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og sínari egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og hvussu bólkarnir meta um vánirnar.

Eitt einstakt tal hevur einans innihald, um sammett verður við søgulig tøl fyri sama spurning. Til at meta, hvørjari legu talið liggur í, er miðalvirðið av øllum málingum higartil upplýst. Miðalvirðið kann sostatt nýtast sum markið millum t.d. jaliga og neiliga meting um búskaparútlitini.

Kanningin verður gjørd soleiðis, at eitt tal av virkjum verður valt út og vigað eftir starvsfólkatalinum, soleiðis at øll vinnan er umboðað. Byggivirkini nýtast ikki at vera júst tey somu til hvørja kanning, av tí at virki kunnu halda uppat við sínum virksemi, men tá verða nýggj virki vald ístaðin, soleiðis at øll vinnan altíð er umboðað.

Ávísarnir fyri einstøku kanningarnar eru miðaltøl av nettotølum fyri útvaldar spurningar. Ávísin fyri kanningina av byggivinnuni verður roknaður sum miðal av nettotølum í hesum 2 spurningum:

  • Hvussu metir tú, at tykkara bíleggingar eru í løtuni í mun til vanligt?
  • Hvussu vænta tit, at tørvurin á arbeiðsfólki broytist komandi 12 mánaðirnar?

Orðalýsingar:

  • Nettotal er eitt roknað miðaltal út frá %-býtinum av svarum til hvønn einstakan spurning.
  • Ávísi:  Við støði í útvaldum nettotølum í hvørjari einstakari kanning verður ein ávísi roknaður. Ávísin verður roknaður sum miðal av nettotølunum. Ávísin kann liggja millum pluss 100 og minus 100.
  • Miðaltal: Fyri einstøku nettotølini og ávísarnar verður langtíðarmiðal roknað av tíðarrøðini soleiðis, at hvørt nettotalið/ávísin kann metast saman við langtíðarmiðal.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri