Bústaðartilknýti

Bústaðartilknýti hevur til endamáls at lýsa, um ein persónur hevur búð eitt ávíst áramál í Føroyum eina ferð í sínum lívi. Ein persónur hevur bústaðartilknýti til Føroya, um hann annaðhvørt hevur búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í 7 út av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum.

Av tí at bústaðartilknýti brúkar bústaðarskrásetingar í 10 ára tíðarskeiðum, verður bústaðartilknýtið greinað frá 1995. Tá er fyrsta 10 ára tíðarskeið lokið, eftir at fólkatølini eru tøk frá Landsfólkayvirlitinum.

Dømi:

Niðanfyri eru nøkur dømi um, hvussu mann á ymiskan hátt kann fáa bústaðartilknýti til Føroya. 

Tey, sum hava bústaðartilknýti, kunnu antin hava búð í Føroyum í einum samanhangandi tíðarskeiði ella einum ósamanhangandi tíðarskeiði. So leingi sum ein hevur búð í Føroyum í samanlagt 7 ár í einum 10 ára tíðarskeiði ella helvtina av lívinum, so hevur ein bústaðartilknýti. 

Við at búgva sjey av tíggju samanhangandi árum

  • Ein kvinna flytur til Føroya at arbeiða sum 25 ára gomul. Tvey ár seinni velur hon at fara undir útbúgving uttanlands og flytur úr Føroyum. Tá hon er liðug at lesa trý ár seinni, vil hon aftur til Føroya. Hon flytur og endar við at búgva og virka í Føroyum í átta ár. Hóast hon við teimum fyrstu tveimum árunum í Føroyum ikki livdi upp til krøvini til bústaðartilknýti, so endaði hon við at búgva í Føroyum í tilsamans 7 av 10 samanhangandi árum, tá bæði tíðarskeiðini verða tald við. 
     
  • Eitt par í tjúgunum flytur úr Føroyum til Danmarkar at taka útbúgving. Tey hava bæði bústaðartilknýti, tí tey hava búð í Føroyum alt sítt lív. Meðan tey búgva í Danmark, fáa tey eitt barn. Tá barnið er sjey ár og skal í skúla, flyta tey til Føroya at búgva. Tey hava enn bústaðartilknýti, men tað hevur barnið ikki. Tíðin gongur, og sjey ár seinni, tá barnið er 14 ár, hevur tað bæði búð í Føroyum helvtina av lívinum og í 7 av 10 samanhangandi árum og hevur tá eisini bústaðartilknýti.
     
  • Ein maður flutti úr Póllandi til Føroya at arbeiða fyri níggju árum síðani. Upprunaliga hevði hann arbeiði í eitt hálvt ár, men honum dámdi so mikið væl í Føroyum, at hann longdi avtaluna við arbeiðsgevaran fleiri ferðir. Nú er hann 36 ár og hevur búð og virkað í Føroyum í níggju ár. Hann hevur sostatt bústaðartilknýti, hóast hann ikki hevur føroyskan uppruna. 
     
  • Ein lækni úr Danmark flytur til Føroya at arbeiða í seks ár. Tá tey seks árini eru liðin, flytur hann av aftur landinum, men fýra ár seinni fær hann aftur starv í Føroyum. Tá seks ár eru farin, gevst hann á arbeiðsmarknaðinum og flytur av aftur landinum. Hóast hann í einum tíðarskeiði á 16 ár arbeiddi og búði í Føroyum í 12 ár tilsamans, hevði hann ikki bústaðartilknýti.  

Við at búgva í Føroyum helvtina av lívinum

Fyri at børn undir 10 ár skulu hava møguleika at telja við, er møguligt at fáa bústaðartilknýti eftir at hava búð helvtina av lívinum í Føroyum. Ein drongur verður føddur í Føroyum og býr har saman við foreldrunum til hann er 4 ár. Tá velja foreldrini at flyta av landinum í arbeiðsørindum. Trý ár seinni flyta tey aftur til Føroya at búgva. Hóast drongurin bara er sjey ár, hevur hann búð í Føroyum helvtina av lívinum og hevur bústaðartilknýti tí til Føroya.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum