Rakstur
E Vatnveiting; kloakkir og ruskviðgerð
Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partur av geiranum ikki-fíggjarlig feløg, tó undantikið kvasifyritøkur, so sum Apoteksverkið og Rúsdrekkasøla Landsins. Einstaklingavirkir, Fa., eru ikki partur av hesi uppgerðini, tí tey eru partur av húsarhaldsgeiranum.
Orðalýsingar:
- Ársúrslit er árligi munurin millum rakstarinntøkur og rakstrarútreiðslur. Ársúrslitið er roknað uttan kapitalpartar fyri at tryggja at ongar dupultteljingar eru og gevur hetta eina neyvari mynd av virkseminum í einstøku vinnugreinunum.
- Kapitalpartar eru frá dótturfeløgum og/ella atknýttum feløgum.
- Tal av feløgum er talið av feløgum, ið Hagstova Føroya metir eru aktivar í árinum og eru partur av geiranum ikki-fíggjarlig feløg.
- Virðisøking verður gjørd upp eftir hesum leisti:
- + 04 Rakstrarinntøkur
- - 10 Handilsvørunýtsla
- - 11 Framleiðslukostnaður
- - 12 Sølu- og flutingskostnaður
- - 13 Fyrisitingarkostnaður
ALTJÓÐA VINNUGREINAFLOKKINGIN NACE
Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slag framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis fiskivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.
Dømi:
A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða - NACE 1. stig, Bólkar
A03 Fiskiveiða og aling - NACE 2. stig, Deildir
A03.1 Fiskiveiða - NACE 3. stig, Flokkar
A03.11 Fiskiveiða - NACE 4. stig, Vinnugreinar, altjóða stig
A03.11.10 Feskfiskiveiða - NACE 5. stig, Vinnugreinar, føroysk greining
-
Talva í grunninum