Uttanlandshandil við vørum
Føroyar hava uttanlandshandil við alsamt fleiri lond, og umfatar hann inn- og útfluttar vørur skrásettar hjá TAKS.
Tá vit innflyta fyri størri virði, enn vit útflyta, er hall á handilsjavnanum. Handilsjavnin er munurin ímillum virðið á inn- og útfluttum vørum. Er útflutningurin størri, so er avlop á handilsjavnanum. Endamálið við útflutningi er at fáa ráð til tær vørur, sum okkum tørvar og vit ikki framleiða sjálv.
Orðalýsingar:
- Innflutningsvirðið er gjørt upp í CIF (Cost Insurance and Freight). Tað merkir, at umframt virðið á vøruni, eru útreiðslur í samband við flutningin av vøruni talt við í uppgjørda virðinum
- Útflutningsvirðið er gjørt upp í FOB (Free On Board). Tað merkir, at útreiðslur í samband við flutning av vøruni ikki er við í uppgjørda virðinum
Sí eisini Innflutningur av vørum, Útflutningur av vørum, Uttanlandshandil við tænastum og Gjaldsjavni

Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
-
Talva í grunninum