Nýtslutreytir

Nýtsla av tilfari

Tilfar, sum Hagstova Føroya almannakunnger, er til fría nýtslu hjá øllum brúkarum sambært treytunum og undantøkunum niðanfyri.

Hagtøl, talvur, tekstir, ritmyndir og infografikkur frá Hagstovu Føroya eru tøk sambært treytunum undir Creative Commons Attribution 4.0 International (CC BY 4.0), um ikki annað er tilskilað. Hetta fevnir um tilfar á hagstova.fo, í hagtalsgrunninum statbank.hagstova.fo, í framløgum og øðrum útgávum eins og á okkara almennu vangum á sosialum miðlum.

Tilfarið kann avritast, deilast, viðgerast og setast saman við øðrum tilfari til øll endamál, eisini vinnulig, uttan serstakt loyvi ella gjald fyri nýtslurættin.

Tá ið tilfarið verður almannakunngjørt ella deilt, skal Hagstova Føroya nevnast sum kelda. Um tilfarið er broytt ella viðgjørt, skal hetta upplýsast. Vís helst eisini til upprunaligu talvuna ella síðuna.

Hagstova Føroya krevur ikki, at brúkarin nevnir CC BY 4.0 ella leinkjar til loyvið, tá ið tilfarið verður endurnýtt. Hinar treytirnar í CC BY 4.0 galda framvegis.

Við egnum útrokningum kann kelduávísingin til dømis vera: Hagstova Føroya og egnar útrokningar

Hagstova Føroya skal nevnast sum kelda til upprunatølini, men ikki sum upphav til broytingar ella útrokningar hjá øðrum. Nýtslan má heldur ikki geva ta fatan, at Hagstova Føroya hevur góðkent viðgerðina, vøruna ella tænastuna.

Fullu treytirnar standa undir CC BY 4.0, sum leinkjan omanfyri vísir til.

 

Fotomyndir

Fotomyndir, sum ein triði partur hevur upphavsrættin til, eru ikki fevndar av CC BY 4.0. Hetta er galdandi, sama um myndirnar verða brúktar á hagstova.fo, á sosialum miðlum, í framløgum, útgávum ella øðrum miðlum.

Loyvi til endurnýtslu av hesum myndum skal fáast frá rættindahavaranum, uttan so at nýtslan er loyvd sambært lóg.

 

Búmerki

Búmerkið hjá Hagstovu Føroya er ikki fevnt av CC BY 4.0. Onnur kunnu einans brúka búmerkið í sambandi við samstarvsverkætlanir við Hagstovu Føroya, til dømis felags útgávur, har nýtslan av búmerkinum er avtalað við Hagstovu Føroya.

 

Hagtalsgrunnurin statbank.hagstova.fo og API

Í hagtalsgrunninum statbank.hagstova.fo eru talvur við hagtølum framleidd av Hagstovu Føroya. Dátur kunnu heintast bæði manuelt og sjálvvirkandi umvegis PxWeb-API, til dømis til regluligar dagføringar av egnum skipanum. Somu nýtslutreytir galda fyri dátur heintaðar umvegis API.

API skal nýtast við skili og við atliti at rakstrinum og øðrum brúkarum. Slepp undan óneyðuga nógvum ella stórum fyrispurningum og endurtiknari heintan av somu dátum.

Hagstova Føroya tilskilar sær rætt til at avmarka API-nýtslu, um hon elvir til ov stóra byrðu á skipanina ella darvar atgongdini hjá øðrum brúkarum. Slíkar avmarkingar viðvíkja atgongdina til API og broyta ikki CC BY 4.0-rættindini til dátur, sum longu eru heintaðar.

Spurningar kunnu sendast til hagstova@hagstova.fo.