Matrikulnummur og lutir

Talið av matrikulnumrum er tað sama sum talið av eigindómum. Hvør eigindómur kann hava ein ella fleiri lutir. Ein lutur er ein bølutur, trøð, grundstykki o.s.fr.

Eitt matrikulnumar er ein skráseting av eigaraviðurskiftunum til jørðina, t.e. hvør, ið eigur, hvar eigindómurin liggur, hvør, ið hevur rættindi í honum, og hvørji hesi rættindi eru. Ein eigindómur verður í lógini lýstur sum "øll jørð innan og uttangarðs við lutum og lunnindum hjá sama eigara í somu markatalsbygd, um jørðin ikki skilliga hoyrir til ymisk brúk".

Markatalsbygdirnar eru upprunabygdirnar í Føroyum. Hesar bygdirnar eru 85 tær elstu, ið eru nevndar í gomlum jarðarbókum. Tær bygdir, ið ikki eru markatalsbygdir, eru niðursetubygdir og eru yngri búsetingar enn markatalsbygdirnar.

 

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri