Brúkarin
Konjunkturkanningin fyri húsarhaldini sigur, hvussu húsarhaldini ella brúkarar meta, at tíðirnar eru. Hendan kanningin er ein av fimm kanningum, sum tilsamans mynda konjunkturbarometrið.
Endamálið við hesi konjunkturkanning er at geva skjótar kvalitativar ábendingar um ætlanir hjá húsarhaldum um at keypa størri nýtsluvørur og teirra væntanir til búskaparligu støðuna í Føroyum, umframt fíggjarviðurskifti síni, prísvøkstur og uppsparing.
Konjunkturbarometrið er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein hálvárlig spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og um sína egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og útlitini frameftir.
Eitt einstakt tal hevur einans innihald, um sammett verður við søgulig tøl fyri sama spurning. Til at meta, hvørjari legu talið liggur í, er miðalvirðið av øllum uppgerðum higartil upplýst. Miðalvirðið kann sostatt nýtast sum markið millum t.d. jaliga og neiliga meting.
Kanningin verður gjørd soleiðis, at ringt verður til 750 tilvildarliga vald húsarhald, og tey svara 16 spurningum um peningalig viðurskifti og teirra metingar um búskapargongdina í Føroyum. Húsarhaldini hava 5 og 6 svarmøguleikar til hvønn spurning.
Ávísarnir fyri einstøku kanningarnar eru miðaltøl av nettotølum fyri útvaldar spurningar. Ávísin hjá húsarhaldunbum er eitt miðaltal av nettotølunum fyri 4 av 16 spurningum í konjunkturkanningini fyri húsarhaldini. Teir fýra spurningarnir eru:
- Hvussu hevur fíggjarliga støðan broytt seg hjá tínum/tykkara húsarhaldi seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu væntar tú fíggjarliga støðan hjá tínum/tykkara húsarhaldi broytist næstu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú gongdin í føroyska búskapinum verður næstu 12 mánaðirnar?
- Væntar tú, at títt/tykkara húsarhald komandi 12 mánaðirnar ger fleiri størri keyp (m.a. møblar, elektroniskir lutir) í mun til seinastu 12 mánaðirnar?
Orðalýsingar:
- Nettotal er eitt roknað miðaltal út frá %-býtinum av svarum til hvønn einstakan spurning.
- Ávísi: Við støði í útvaldum nettotølum í hvørjari einstakari kanning verður ein ávísi roknaður. Ávísin verður roknaður sum miðal av nettotølunum. Ávísin kann liggja millum pluss 100 og minus 100.
- Miðaltal: Fyri einstøku nettotølini og ávísarnar verður langtíðarmiðal roknað av tíðarrøðini soleðis, at hvørt nettotalið/ávísin kann metast saman við langtíðarmiðal.
