Javnin hjá peningastovnunum
Fíggjarjavnin hjá føroysku peningastovnunum og deildum teirra uttanlands lýsir ogn og skuld eftir tættunum (dimensiónir) fíggjaramboð, mótpartslandi og geira.
Teir føroysku peningastovnarnir eru fýra í tali: BankNordik, Betri Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi.
Tátturin fíggjaramboð er á tveimum stigum: á fyrsta stigi i er "ogn og skuld", og á øðrum stigi verða hesi útgreinað til "kassi" og "útlán", "lánsbrøv" o.s.fr.
Fíggjaramboð verða skift á land, tá ið hetta letur seg gera. Útlán verða t.d. skift á føroyskar og útlendskar lántakarar.
Fíggjaramboð verða somuleiðis skift á geira, tá ið tað ber til.
Upphæddir verða vístar í mió. kr. og stava frá javnum við mánaðarlok.
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur