Arbeiðsloysi í Vága øki

  • Uppgerðin um arbeiðsloysi hjá Hagstovu Føroya fevnir um arbeiðsleys í aldrinum 16-66 ár skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum.
  • Bústaðarøki er øki, har starvsfólkið býr.

Orðalýsingar

  • Arbeiðsleys eru persónar, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøkir á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
  • Rakt av arbeiðsloysi er talið á øllum persónum, sum hava verið arbeiðsleysir ein dag ella fleiri í mánaðinum.
  • Fulltíðararbeiðsloysi er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. 
  • Arbeiðsloysi ella arbeiðsloysisprosent er fulltíðararbeiðsloysið í % av arbeiðsmegini.
  • Arbeiðsmegi telur partin av fólkinum, ið veita ella kunna veita arbeiðsmegi í aldursbólkinum. Tvs. bæði arbeiðsvirkin og arbeiðsleys. HEtta verður nýtt at rokna arbeiðsloysisprosentið. 
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar.
  • Trendurin lýsir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

Sí eisini Arbeiðsloysi.

Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur