Arbeiðsloysi
Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Sambært ILO skulu tríggjar treytir verða loknar, fyri at ein er arbeiðsleysur, hesar eru:
- hevur einki arbeiði.
- er fult tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum
- er virkin arbeiðssøkjandi
Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?
Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.
Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.
Orðalýsingar:
- Arbeiðsleys eru persónar, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøkir á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
- Rakt av arbeiðsloysi er talið á øllum persónum, sum hava verið arbeiðsleysir ein dag ella fleiri í mánaðinum.
- Fulltíðararbeiðsloysi er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur.
- Arbeiðsloysi ella arbeiðsloysisprosent er fulltíðararbeiðsloysið í % av arbeiðsmegini.
- Arbeiðsmegi telur partin av fólkinum, ið veita ella kunna veita arbeiðsmegi í aldursbólkinum. Tvs. bæði arbeiðsvirkin og arbeiðsleys. HEtta verður nýtt at rokna arbeiðsloysisprosentið.
- Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar.
- Trendurin lýsir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.
- EA eru tey 19 londini, ið nýta evruna sum gjaldoyra (EA19, juni 2020)
- ES eru tey 27 londini í Evropasamveldinm (ES27, juni 2020)
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur