Arbeiði
Arbeiði umfatar tey sum eru í arbeiðsfjøldini, tað eru tey sum eru í arbeiði ella eru arbeiðsleys. Tey, sum eru í arbeiði, verða lýst við arbeiðstøðu, arbeiðstíð og fagfelagstilknýti.
Arbeiðsstøða kann vera:
- løntakari
- arbeiðsgevari
- sjálvstøðugur vinnurekandi
- hjálp í familjufyritøku
- ongantíð arbeitt
Orðalýsingar:
- Arbeiðsfjøld er altjóða mát, sum telur partin av fólkinum millum 15-74 ár, ið antin eru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys. Tey, sum hvørki eru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys, eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin.
- Vinnutíttleiki er arbeiðsfjøldin í % av øllum fólkatalinum í vinnuførum aldri, t.v.s. frá 15 til og við 74 ár.
- Ein arbeiðsvika er vanliga tímatalið eina fulla arbeiðsviku. Í Føroyum er ein vanlig arbeiðsvika 40 tímar, men í sáttmála millum partarnar kann arbeiðsvikan vera styttri.
Fólkateljingar geva okkum eina løtumynd av samfelagnum ein ávísan dag.
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur
-
Talva í grunninum
Viðm.:
Fólkateljing 2011
Viðm.:
Fólkateljing 2011
Viðm.:
Fólkateljing 2011
Viðm.:
Fólkateljing 2011
Viðm.:
Fólkateljing 2011