Dátuverndarkunning

Hagstova Føroya viðger persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at savna, viðgera og almannakunngera hagtøl um samfelagsviðurskifti. Hendan dátuverndarkunningin gevur tær kunning um, hvussu Hagstova Føroya viðger persónsupplýsingar og hvørji rættindi tú hevur.

Ein «persónsupplýsing» er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Tað kann vera talan um faktuellar upplýsingar (sum navn, bústaður, aldur, starv, inntøka, útbúgving), ein samanseting av slíkum upplýsingum, ella metingar knýttar at einum likamligum persóni.

 

Ábyrgd

At «viðgera» persónsupplýsingar er at nýta persónsupplýsingarnar. Dømi um viðgerð er savnan, skráseting, samkoyring, goyming, víðarigeving, avhending o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um henda er automatisk ella ei. Øll nýtsla av persónsupplýsingum kallast «viðgerð».

Tá ið Hagstova Føroya viðger persónsupplýsingar, er Hagstova Føroya «dátuábyrgdari». Hetta merkir, at Hagstova Føroya hevur ábyrgd og skyldur sambært dátuverndarlógini fyri teimum persónsupplýsingum, sum Hagstova Føroya hevur innsavnað.

Hagstova Føroya viðger allar upplýsingar á ein lógligan og tryggan hátt. Øll eiga at kenna seg heilt trygg við, at persónsupplýsingar verða væl vardar á Hagstovu Føroya. Meginreglurnar fyri viðgerð eru:

  • At verja samleikan hjá øllum persónum, vinnufyritøkum og stovnum, sum Hagstova Føroya hevur upplýsingar um
  • At tryggja, at upplýsingar, sum Hagstova Føroya hevur um hendi einans verða nýttar til hagfrøðiligar uppgerðir

 

Hví viðger Hagstova Føroya persónsupplýsingar?

Hagstova Føroya er høvuðsmyndugleiki fyri hagfrøðiligum virksemi í Føroyum, og Hagstova Føroya:

  1. savnar, viðger og almannakunnger hagtøl um samfelagsviðurskifti,
  2. kann átaka sær at savna, viðgera og almannakunngera hagtøl fyri kommunur, feløg, fyritøkur o.o.,
  3. stendur fyri ella er við til at skipa og gagnnýta hagskráir hjá almennum myndugleikum, ið verða nýttar í almennu fyrisitingini og í vinnuni, og sum kunnu nýtast til hagfrøðilig endamál,
  4. kann veita stuðul viðvíkjandi hagtølum til nevndararbeiði o.l.,
  5. kann gera hagfrøðiligar greiningar og forsagnir og
  6. hevur altjóða hagtalssamstarv undir hond.

Fyri at loysa omanfyri nevndu uppgávur, er neyðugt hjá Hagstovu Føroya at viðgera persónsupplýsingar. Afturat omanfyri nevnda, viðger Hagstova Føroya eisini ávísar persónsupplýsingar í samband við umsiting av stovninum, starvsfólkum, fakskipanum og heimasíðuni.

 

Hvørjum lógum og reglum er Hagstova Føroya fevnd av?

Hagstova Føroya viðger persónsupplýsingar sambært ásetingunum í m.a. løgtingslóg um Hagstovu Føroya, Dátuverndarlógini og løgtingslóg um skjalasøvn. Høvuðsgrundarlagið fyri allari innsavnan av upplýsingum er § 4 í løgtingslóg um Hagstovu Føroya.

Viðgerðarheimildin hjá Hagstovu Føroya til viðgerð av persónsupplýsingum til framleiðslu av hagtølum er Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 5 (vanligar upplýsingar) og § 18 (viðkvæmar upplýsingar).

Hvussu fær Hagstova Føroya persónsupplýsingar?

Hagstova Føroya savnar upplýsingar frá:

  • almennum skráum og yvirlitum
  • skrásetta sjálvum umvegis egnar kanningar
  • fyritøkum og stovnum

Almennir myndugleikar og stovnar skulu í tann mun, tað er ásett í arbeiðsætlanini hjá Hagstovu Føroya eftir áheitan veita tær upplýsingar, teir hava.

Hagstova Føroya hevur heimild til at krevja sær allar neyðugar upplýsingar frá einstaklingum, fyritøkum, feløgum og stovnum við heimstaði ella virksemi í Føroyum um tey samfelagsviðurskifti, sum Hagstova Føroya skal lýsa. Hetta merkir, at øll hava skyldu at lata Hagstova Føroya tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at Hagstova Føroya kann røkja sína lógarásettu skyldu. Skyldan at lata Hagstovu Føroya upplýsingar er samstundis eisini ein heimild at lata upplýsingar til Hagstovu Føroya.

Fyritøkur o.o., sum regluliga lata Hagstovu Føroya upplýsingar um m.a. síni starvsfólk, hava sostatt skyldu og heimild til hetta, sbrt. § 4 í lóg um Hagstovu Føroya. Av tí at heimildin er í lógini, krevst ikki at fyriliggja nøkur serstøk veitingaravtala millum Hagstovu Føroya og fyritøkuna. Persónsupplýsingar, sum liggja hjá fyritøkuni, eru altíð ábyrgd teirra. Tá upplýsingarnir eru latnir, er Hagstova Føroya dátuábyrgdari.

Hagstova Føroya ger eisini egnar kanningar, m.a. árligu arbeiðsfjøldarkanningina, har ringt verður út til útvaldar persónar, ið fáa spurningar at svara.

Hagstova Føroya kann ikki nýta upplýsingar, sum ikki eru almennar, til annað enn hagfrøðiligar uppgerðir.

Harafturat viðger Hagstova Føroya upplýsingar í samband við vanliga fyrisitingarliga viðgerð og umsiting av starvsfólkum.

 

Hvørjar persónsupplýsingar viðger Hagstova Føroya?

Hvørjar upplýsingar Hagstova Føroya savnar, veldst um hvaðani tær verða innsavnaðar og hvat upplýsingarnar skulu brúkast til. Hagstova Føroya framleiðir hagtøl innan øll samfelagsviðurskifti, m.a. tjóðarroknskap, gjaldsjavna, uttanlandshandil, arbeiðsmarknað, íbúgvaviðurskifti, vinnugreinahagtøl, inntøkuhagtøl og brúkaraprístal.

 

Felags fyri alla hagtalsframleiðslu er, at allar upplýsingar, sum koma Hagstovu Føroya í hendi, verða viðgjørdar í trúnaði. Persónsupplýsingar verða allar gjørdar dulnevndar, soleiðis at hagtølini frá Hagstovu Føroya ikki kunnu knýtast til nakran ávísan persón.

Hvør hevur atgongd til persónsupplýsingar?

Starvsfólk á Hagstovu Føroya hava atgongd til tær upplýsingar, ið tørvur er á til framleiðslu av hagtølum. Allar persónsupplýsingar, ið verða savnaðar av Hagstovu Føroya, verða innan hagtalsviðgerð avnevndar. Hetta merkir, at persónsupplýsingar við atknýttum navni ella p-tali innan hagtalsviðgerð fáa tillutað eitt raðtal. Persónsupplýsingar verða goymdar í dátugrunnum og starvsfólk fáa atgongd til dátugrunnar eftir tørvi.

Tað er einans eitt starvsfólk á Hagstovuni, ið hevur til uppgávu at avnevna og knýta raðtalið at einstøku persónsupplýsingunum, og knýtið millum raðtal og p-tal hevur serliga verju á stovninum.

 

Hvussu verjir Hagstova Føroya persónsupplýsingar?

Hagstova Føroya virkar eftir greiðum KT-trygdarleiðreglum og mannagongdum fyri dátuviðgerð, ið eru evnaðar til eftir altjóða standardum fyri hagtalsmyndugleikar.

Starvsfólk á Hagstovu Føroya hava undir ábyrgd í borgarligari revsilóg tagnarskyldu um viðurskifti um einstaklingar, feløg, fyritøkur og stovnar, sum tey í starvi sínum fáa kunnleika um, bæði meðan tey arbeiða fyri Hagstovu Føroya og eftir, at tey eru farin úr arbeiðinum. Sama er galdandi fyri hjálparfólk og onnur, sum starvast fyri Hagstovu Føroya.

 

Hvørjum letur Hagstova Føroya persónsupplýsingar?

Hagstova Føroya hvørki letur víðari ella almannakunnger upplýsingar, sum kunnu knýtast at einstaklingi ella fyritøku, og meginreglan er, at upplýsingar einans verða brúktar til hagtalsendamál.

Hagtalsframleiðslur hjá Hagstovu Føroya verða dagførdar regluliga sambært útgávukalendara og eru tøkar hjá øllum samstundis í hagtalsgrunninum, ið er at finna á heimasíðuni hjá stovninum. Nógv venda sær tó til Hagstovu Føroya eftir upplýsingum - bæði slíkum, sum longu eru almannakunngjørdar og slíkum, sum ikki hava verið frammi fyrr. Ítøkiligar metingar verða gjørdar um slíkar fyrispurningar, og um møguligt verða upplýsingar settar upp og saman á annan hátt enn talvur í almenna hagtalsgrunninum við tí treyt, at eingin einstaklingur ella fyritøka skal kunna eyðmerkjast í hagtølunum.

Í einstøkum førum kunnu veitarar av skipanum og tøkniligum loysnum hava atgongd til upplýsingar, t.d. í samband við support ella dagføringar. Hesi verða øll áløgd somu strongu tagnarskyldu sum starvsfólkini á Hagstovu Føroya, og í einstøkum førum, at veitarar eru at meta sum «dátuviðgerar», verður serstøk viðgerðaravtala gjørd, ið inniheldur somu ásetingar um tagnarskyldu.

 

Hvussu leingi goymir Hagstova Føroya persónsupplýsingar?

Upplýsingar, ið verða savnaðar til hagtalsframleiðslu, verða ikki strikaðar. Orsøkin er, at hagtøl vísa rák og broytingar yvir tíð. Tá tørvur ikki er á upplýsingum longur, verða upplýsingarnar avhendaðar til Tjóðskjalasavnið.

Um upplýsingar verða savnaðar við samtykki sum heimild, verða upplýsingarnar goymdar sambært samtykkinum. Sum meginregla verða slíkar upplýsingar gjørdar navnleysar eftir 2 ár.

 

Tíni rættindi

Sambært Dátuverndarlógini kap. 4 hevur tú ávís rættindi í samband við viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Tá upplýsingarnar einans verða viðgjørdar til søgulig, hagfrøðilig ella vísindalig endamál, so eru ávísar avmarkingar gjørdar í rættindunum hjá teimum skrásettu. Rætturin til innlit, rætting, viðgerðaravmarking og mótmæli er ikki galdandi.

Um viðgerð er grundað á samtykki, hevur tú altíð rætt til at trekkja títt samtykki aftur og krevja, at upplýsingarnar verða strikaðar. Um so er, at tínar upplýsingar tá longu eru nýttar sum partur av grundarlagnum fyri hagfrøðiligari greining, er ikki møguligt at broyta greiningina.

Tað er altíð møguligt at seta seg í samband við dátuverndarfólki hjá Hagstovu Føroya, sí niðanfyri.

 

Kann eg klaga?

Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo

 

Samband við dátuverndarfólki hjá Hagstovu Føroya

Hagstova Føroya hevur tilnevnt advokat Kára Davidsen sum dátuverndarfólk á Hagstovu Føroya. Tú kanst senda honum ein teldupost á dpo@hagstova.fo.

Tú kanst seta teg í samband við dátuverndarfólkið, um tú hevur spurningar um dátuvernd á Hagstovu Føroya, ynskir kunning um, hvussu Hagstova Føroya viðger persónsupplýsingar ella vilt fremja tíni rættindi sambært dátuverndarlógini.

 

Dátuverndarkunning sum PDF

Tú kanst taka dátuverndarkunningina hjá Hagstovu Føroya niður sum PDF-fílu her

Tak niður