Gistingar

Gistingarhagtølini fevna um gistingar á gistingarhúsum.
Gistingarnar verður mátaðar eftir trimum ymsum mátum: fólkanætur, innskrivingar og kamarsnætur. 

Orðalýsingar:

  • Innskrivingar (gestir): Telur, hvussu nógvir gestir verða innskrivaðir í mánaðinum.
  • Fólkanætur, nýttar: Telur, hvussu nógvar nætur gestir gista. Um 2 fólk gista 3 nætur, eru hetta 6 fólkanætur.
  • Fólkanætur, rúmføri: Telur, hvussu stórt rúmførið í fólkanáttum er á gistingarhúsunum. Rúmførið í fólkanáttum er talið av seingjum tilsamans faldað við dagatalið í mánaðinum.
  • Fólkanætur, nýtslustig: Telur, hvussu stórur partur av seingjunum verður brúktur í prosentum.
  • Fólkanætur í miðal fyri hvønn gest: Telur, hvussu nógvar fólkanætur gestirnir sova í miðal fyri hvørja innskriving.
  • Kamarsnætur, nýttar: Telur, hvussu nógvar nætur kømrini verða brúkt. Um 2 kømur verða brúkt í 4 nætur, er talan um 8 kamarsnætur. Talið á gestum, ið gista, er ikki viðkomandi í hesum sambandi.
  • Kamarsnætur, rúmføri: Telur, hvussu stórt rúmførið í kamarsnáttum er á gistingarhúsunum. Rúmførið í kamarsnáttum er talið av kømrum faldað við dagatalið í mánaðinum.
  • Kamarsnætur, nýtslustig: Telur, hvussu stórur partur av kamarsnáttunum verður brúkur í prosentum.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur
Viðm.: Mánaðarlig tøl