Atgongd til avnevndar mikrodátur

Leiðreglur fyri atgongd til avnevndar mikrodátur á Hagstovu Føroya

Hagstovan hevur í sínum datagoymslum tilfar við upplýsingum um einstaklingar og fyritøkur, sum kunnu vera av áhuga hjá granskarum. Talan er um tilfar úr almennum umsitingarligum skrásetingum, fólkateljing og spurnakanningum og í førum er talan um longri tíðarseriur.

Í tann mun tað ber til at tryggja, at ikki verður gingið einstaklingum og fyritøkum ov nær og har ásetingarnar í lógunum um vernd av persónsupplýsingum og lóg um hagtalsframleiðslu eru fylgdar, er Hagstova Føroya sinnað til at lata granskarum atgongd til hetta tilfar. Dátutilfarið við upplýsingum um viðurskifti hjá einstaklingum og fyritøkum verður goymt á skipanum hjá Hagstovu Føroya. Granskarin hevur einans atgongd til dáturnar, tá hann er staddur á Hagstovu Føroya. Granskarin sleppur undir skipaðum trygdarviðurskiftum at viðgera tilfarið og viðgerðin er treytað av, at almannakunngjørt tilfar bert fevnir um samanteljingar, har tað ikki er gjørligt at kenna einstakling ella fyritøku aftur.

Bert almennir føroyskir granskingarstovnar, sum Hagstova Føroya hevur góðkent, kunnu varða av granskarum, sum sleppa fram at avnevndum mikrodátutilfari á Hagstovu Føroya. Bert varandi granskingarumhvørvi, sum hava eina leiðslu og fleiri granskarar atknýttar, kunnu fáa eitt tílíkt loyvi, tí annars hava revsitiltøk í sambandi við møgulig brot á treytirnar neyvan størri virknað.

Atgeingisloyvi verður játtað eftir umsókn. Í hvørjum einstøkum føri verður støða tikin til trúvirði og førleikar hjá stovninum, ið søkir. Tá stovnurin hevur fingið eina góðkenning, ber til at gera avtalur við einstakar granskarar um ítøkiligar verkætlanir.

Føroyskir granskarar, sum fyribils starvast uttanlands, ella útlendskir granskarar, sum eru atknýttir góðkendum føroyskum granskingarumhvørvi, kunnu fáa loyvi til online samband uttanlands frá, treytað av at føroyski stovnurin ábyrgjast og stendur til svars, um brot verða framd á avtalaðu treytirnar fyri atgeingi.

Atgeingi verður bert latið til sonevnt “avnevnt” dátutilfar. Hetta merkir at allar upplýsingar, sum kunnu gera tað møguligt at kenna aftur einstakling ella fyritøku, so sum navn, P-tal / V-tal ella bústaður, eru strikaðar úr tilfarinum.

”Need to know” prinsippið er galdandi, atgeingi verður bert latið til tað tilfar, sum er neyðugt til endamálið, og ikki meir. Granskarin skal tí skjalprógva, at samsvar er millum umbidna dátutilfarið og verkætlanarlýsingina. Er tørvur á heildartølum, kann hetta játtast, annars er talan um eitt úrval. Fyri at verja einstaklingar / fyritøkur kann vera neyðugt at avmarka tilfarið, við bólkingum e.l.

Granskingarverkætlanin ber allan kostnað av at fyrireika dátutilfar og seta upp arbeiðsumhvørvið á telduskipanini á Hagstovuni.

Umsókn um atgongd til avnevndar mikrodátur skal sendast til hagstova@hagstova.fo.

Kostnaðarendurgjald fyri granskaraarbeiðspláss á telduskipanini á Hagstovuni

Granskingarverkætlan, sum fær atgongd til granskaraarbeiðspláss, ber allan kostnað av at fyrireika dátutilfar og seta upp arbeiðsumhvørvi á telduskipanini á Hagstovuni.

Kostnaður fyri atgongd upp til eitt ár:

  • granskari 9.000,- kr.
  • pr. eyka brúkara 900,- kr.

Kostnaður fyri at leingja atgongd pr. ár:

  • granskari 3.000,- kr.
  • pr. eyka brúkara 300,- kr.

Kostnaður fyri at klárgera og leggja dátur í arbeiðsstað:

  • 920,- kr. um tíman

Kostnaður fyri at eftirkanna dátur, sum skulu sendast granskara:

  • 780,- kr. um tíman