Avreiðingar
Avreiðingar er landað nøgd av fiski, sum er virkað og viðgjørt umborð meir ella minni – frá eitt nú ísaðum/køldum fiski til fryst flak.
Kelda til avreiðingar er veiða sambært avreiðingarseðli hjá Vørn. Vørn hevur hesar viðmerkingar til avreiðingar sambært avreiðingarseðil: Tá fiskifør landa, skal avreiðingarseðil ið greinar veiðina á framleiðslu (produkt), nøgd, virði og fiskaslag, latast til Vørn.
Kilo tølini , er framleidd nøgd, t.v.s. í nøkrum førum er talan um kilo av flaki sum er landað.
Havast skal í huga, at seinnu árini eru fleiri fiskifør farin at framleiða fiskin umborð, tað merkir at kilo tølini á avreiðingarseðlinum gerast lægri í mun til undanfarin ár, tí fráskurður og annað frá framleiðsluni, ikki longur kemur við til lands.
Í hagtalsgrunni hagstovurnar er møguligt mánaðarliga, at sígga avreiðingar í nøgd og virði, skift á fiskaslag, reiðsskap, veiðiøki, virking, viðgerð og skipastødd.
Fiskaslag ASFIS2022
Reiðskapur ISSCFG2016
Búskapar øki GEONOM2023: veiðiøki 200 fjórðingsfiskimark
Virking EUMOFAPresentation
Viðgerð EUMOFAPrenvation
Skipastødd: Bruttotonsatal bólkar
