Smásøluvísitøl
Smásøla er søla hjá handlum til privata nýtslu hjá húsarhaldunum. Smásøluvísitalið lýsir gongdina í søluni í ársins prísum og føstum prísum í ymsum vinnugreinum. Tá sølan er uppgjørd í føstum prísum, er hon reinsað fyri prísvøkstur og lýsir tí broytingar í seldum mongdum.
Smásøluvísitalið er gjørt upp eftir altjóða leisti, ið byggir á tøl frá feløgum útvald eftir vinnugreinaflokkingini NACE Rev. 2. Smásøluvísitalið fevnir um feløg í NACE rev. 2 deildini G47.
Í uppgerðini verða 9 vinnugreinar, 4 flokkar og deildin G47 er eisini gjørd upp. Vinnugreinabólkingin NACE er uppbygd í stigum.
Dømi:
G Heil- og smásøla; umvæling av akførum - NACE 1. stig, Bólkar
G.47 Smásøla onnur enn við motorakførum - NACE 2. stig, Deildir
G.47.1 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali - NACE 3. stig, Flokkar
G.47.11 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur - NACE 4. stig, Vinnugreinar
Orðalýsingar:
Ársins prísir (eisini nevnt nominellir prísir) er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið, ið uppgerðin fevnir um.
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
Fastir prísir merkir, at uppgerðin er reinsað fyri prísvøkstur. Á henda hátt ber til at meta um gongdina í nøgdini av seldum vørum og tænastum.
Trendurin lýsir rákið í máldu tølunum, reinsað fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar
Vísital lýsa prosentvísu broytingina frá einum ári til annað við einum støðisári, ið verður sett til 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
-
Talva í grunninum