Løn (A-skattað)
- Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í
a) løn og
b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. - Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat.
- Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hvussu verða A-skattskyldugar lønir uppgjørdar hagfrøðiliga?
- Hagtølini um lønir fevna um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk.
- Lønir eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur og stovnar, ið eru búskaparliga virkin í Føroyum, gjalda um samtíðarskattaskipanina.
- Allar lønir telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
- Útgoldnar lønir telja fyri hvønn arbeiðsgevara. Hevur ein persónur tríggjar ymiskar arbeiðsgevarar fær persónurin tríggjar útgoldnar lønir. Fær ein persónur fleiri lønir frá sama arbeiðsgevara verða hesar flokkaðar saman til eina løn.
Orðalýsingar:
- Árstíðarjavnað: Hagtøl verða reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðar kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
- Trendur: Lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í lønunum.
- Miðal: Miðalvirðið á útgoldnu lønunum. Miðal verður roknað við at býta samlaðu útgoldnu lønina við tal av persónum, sum fáa løn. Tað verður ikki tikið hædd fyri hvussu nógva tíð ein persónur arbeiðir.
- Miðvirði: Tann mittasta lønin, sum býtir talið av øllum útgoldnum lønum hjá persónum í tveir eins stórar bólkar: Helvtin av lønunum eru størri og hin helvtin er minni enn miðvirðið. Tað verður ikki tikið hædd fyri hvussu nógva tíð ein persónur arbeiðir.
- Geiri: Stovnsligir geirar eru settir saman av eindum og flokkaðir eftir eins búskaparligari atferð treytað av, um framleiðsla av vørum og tænastum er til marknað ella ikki, um talan er um almennan ella privatan ognarskap, umframt slag av framleiðslu. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat. Í hagtølunum um lønir og starvsfólk eru geirar bólkaðir á ein einfaldari hátt enn í flokkingini. Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir eru bólkaði saman og hareftir býtt eftir um tað er undir almennum, privatum ella útlendskum ræði. Almenn fyrisiting og tænasta er óbroytt, og býtt sundur í landsfyrisiting og tænastu, ríkisfyrisiting og tænastu, kommunufyrisiting og tænastu og sosialir trygdargrunnar. Tá lønirnar verða útgreinaðar í talvur og grafar, verður geiri ofta lýstur eftir hvørjum ræði arbeiðsgevararnir eru undir:
- "Undir almennum ræði" fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"
- "Undir privatum ræði" fevnir um "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði" + "Umheimurin og ógreinað"
- Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara: Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevaranum, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar. Høvuðsvinnugrein er bygt á altjóða flokkingina NACE rev. 2. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar sundur afturat, fyri at lýsa føroysk viðurskifti sum best. Tilsamans eru 93 vinnugreinar á triðja stigi.
- Bústaðarøki: Øki har starvsfólkið býr.
- Ríkisborgaraskapur: Ríkisborgaraskapur er bólkaður í heimspartar og øki. Um ríkisborgaraskapurin fevnir um fleiri lond innan sama ríki, tekur ríkisborgaraskapurin støði í tí landinum, sum hevur flest íbúgvar í ríkinum. Til dømis er Grønland bólkað til Norðurevropa, tí tey hava danskan ríkisborgaraskap, sjálvt um tað landafrøðiliga hoyrir til Norðuramerika.
- Bústaðartilknýti: Hevur starvsfólkið bústaðartilknýti til Føroyar ella ikki. Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum.
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur
-
Talva í grunninum
Viðm.:
Miðal er samlaða lønin býtt á tal av persónum, sum fáa løn. Tað verður ikki tikið hædd fyri tíð í arbeiði.
Viðm.:
Sí orðalýsingina ovast um "geira" fyri lýsing av "ræði".
Viðm.:
Sí orðalýsingina ovast um "geira" fyri lýsing av "ræði".
Viðm.:
Bústaðartilknýti verður greinað frá 1995 - 10 ár eftir at fólkatølini eru tøk frá landsfólkayvirlitinum.
Viðm.:
Vinnugreinarnar "B Námsvinna og grótbrot", "E Vatnveiting; kloakkir og ruskviðgerð", "T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu", "U Virksemi hjá altjóða felagskapum" og "X Virksemi ikki upplýst" eru ikki við í hesi talvuni. Tølini eru trúnaðarvard, tí undir tríggir arbeiðsgevarar eru í nevndu vinnugreinum. Lønirnar haðani telja tó við í tilsamans.
Viðm.:
Bústaðarkommuna hjá starvsfólki
Viðm.:
Bústaðarkommuna hjá starvsfólki. Miðal er samlaða lønin býtt á tal av persónum, sum fáa løn. Tað verður ikki tikið hædd fyri tíð í arbeiði.