Vígslur og skilnaðir
Uppgerðin fevnir um vígslur og skilnaðir millum pør, har minst annar persónurin var búsitandi í Føroyum á degnum.
Vígslurnar og skilnaðirnir eru gjørd upp eftir skrásetingum í Landsfólkayvirlitinum.
Um ein sundurlesing endar við hjúnaskilnaði, verður hjúnarskilnaðurin skrásettur frá byrjan av sundurlesingini og ikki, tá loyvið til hjúnaskilnaðin varð givið.
Orðalýsingar:
- Eindin "fyri hvørji 1.000" verður brúkt, soleiðis at hagtølini taka fyrivarni fyri munum í fólkatali, kynsbýti v.m. Á henda hátt ber til at samanbera tíðarskeið við ymiskum fólkatali v.m.

Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur