Burðaravlop
Burðaravlop er munurin millum fødd og deyð.
Burðaravlopið er annar høvuðstátturin í gongdini í fólkatalinum. Hin er flyting millum Føroyar og útland. Burðaravlopið verður eisini kallað natúrligi fólkavøksturin, tí hetta er tað, sum fólkatalið veksur, um javnt er millum til- og fráflyting.
Orðalýsingar:
- Burðaravlop er munurin millum fødd og deyð.
- Eindin "fyri hvørji 1.000" verður brúkt, soleiðis at hagtølini taka fyrilit fyri munir í fólkatali, kynsbýti v.m. Á henda hátt ber til at samanbera tíðarskeið við ymiskum fólkatali v.m.
- Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
Sí eisini Fólkatal, Fødd, Deyð og Nettoflyting.
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur