Landsfyrisiting og tænasta

Landsfyrisiting og tænasta fevnir um miðfyrisitingina og teir stovnar og myndugleikar, ið hoyra undir ymsu aðalráðini. Í høvuðsheitum er talan um virksemið, ið verður fíggjað gjøgnum landskassan.

Landsfyrisiting er undirgeiri í geiranum Almenn fyrisiting og tænasta. Hinir undirgeirarnir eru:

Orðalýsingar

  • Fíggjarkravið netto, verður eisini nevnt fíggjarliga uppsparingin. Negativt fíggjarkrav netto merkir, at tøka inntøkan er ov lítil til at gjalda nýtslu og íløgur í tíðarskeiðinum. Av tí at viðskifti altíð eru fíggjað, er negativt fíggjarkrav tað sama sum lántøka.
  • Bruttotjóðarúrtøkan, ið er gjørd upp í marknaðarprísum, er mát fyri virðisskapanina samanlagt í einum tíðarskeiði.
  • Bruttoíløgur fevna um fastar bruttoíløgur í støðisogn, broytingar í goymslu og útvegan av virðislutum, netto.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri