Rakstur
J Kunning og samskifti
Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partur av geiranum ikki-fíggjarlig feløg, tó undantikið kvasifyritøkur, so sum Apoteksverkið og Rúsdrekkasøla Landsins.
Orðalýsingar:
- Ársúrslit er árligi munurin millum rakstarinntøkur og rakstrarútreiðslur. Ársúrslitið er roknað uttan kapitalpartar fyri at tryggja at ongar dupultteljingar eru og gevur hetta eina neyvari mynd av virkseminum í einstøku vinnugreinunum.
- Kapitalpartar eru dótturfeløg og atknýtt feløg
- Tal av feløgum er talið av feløgum, ið Hagstova Føroya metir eru virkin í árinum og eru partur av føroyska búskapinum
- Virðisøking verður gjørd upp eftir hesum leisti:
- + 04 Rakstrarinntøkur
- - 10 Handilsvørunýtsla
- - 11 Framleiðslukostnaður
- - 12 Sølu- og flutingskostnaður
- - 13 Fyrisitingarkostnaður
Altjóða vinnugreinaflokkingin NACE
Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slagi av framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis fiskivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.
Dømi:
A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða - NACE 1. stig, Bólkar
A03 Fiskiveiða og aling - NACE 2. stig, Deildir
A03.1 Fiskiveiða - NACE 3. stig, Flokkar
A03.11 Fiskiveiða - NACE 4. stig, Vinnugreinar, altjóða stig
A03.11.10 Feskfiskiveiða - NACE 5. stig, Vinnugreinar, føroysk greining

-
Talva í grunninum